- Nú er uppgávan sjálvandi so nýggj, men fyrst og fremst fari eg at seta meg inn í málsøkið. Men tað stendur í samgonguskjalinum, at vit fyrst í komandi ári skulu hava eina fólkaatkvøðu um kommunusamanleggingina, sigur Kári P. Højgaard.
Tað er eitt stórt fyrireikingararbeiði, sum skal gerast.
- Talan er um eina stóra uppgávu, og hetta er eisini nakað, ið arbeitt hevur verið við leingi. Eg vóni, at vit kunnu fáa eina avkláring tíðliga í hesum valskeiðnum, sigur Kári P. Højgaard.
Tað er ein nýggjur tanki, við fólkaatkvøðu um kommunusamanleggingarnar.
- Tað var tað, sum hendan samgongan kundi semjast um. Tað kundi verið ynskiligt, at tað var sterkari orðað, men hetta er so tað, ið er felt niður í samgonguskjalið, og sjálvandi fylgja vit tí, sum er stungið út í kortið, sigur Kári P. Højgaard.
Men kommunumál er so bara eitt av mongum økjum, sum liggur undir Innlendismálaráðnum.
- Samferðsla er so eitt annað øki – minus strandferðsluna – og har eru umhvørvismál og løgmál, og undir tað seinasta kemur eisini yvirtøka av útlendingamálunum, sum eisini er ein partur av samgonguskjalinum, sigur Kári P. Højgaard.
So tað eru nakrar stórar uppgávur, sum liggja fyri framman.
- Innan umhvørvið hava vit nakrar royndir, eisini frá Útnorðurráðnum. Vit hava samstarvað í útnorði um umhvørvismál og tær avbjóðingar, sum økið stendur framman fyri, eisini tá talan er um Arktis, sigur Kári P. Højgaard.
Hann hevur sjálvur sitið í býráðnum í 20 ár, so økið sum so er ikki nýtt, sjálvt um starvið sum landsstýrismaður er nýtt. Og tað var leingi ivi um, hvør skuldi út í landsstýrið.
- Tað var leingi ivi um, hvør skuldi út í Tinganes, tí tað er neyðugt at hugsa um, hvat best er fyri flokkin, tá so er. Samlaða metingin var tá baklandið var konsulterað hon, at eg fór í landsstýrið, og at varamaðurin úr Klaksvís kom á Ting, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir á, at sterkastu økini hjá Sjálvstýrisflokkinum eru Norðoyggja, Eysturoyggin og Suðurstreym.
- Nú hevur Eysturoyggin ein landsstýrismann, Norðoyggjar ein tingmann og Suðurstreym hevur varamannin, og tað merkir alt annað líka, at tað kemur at síggjast meira enn tað eina andlitið hjá Sjálvstýrisflokkinum, sigur Kári P. Højgaard, innlendismálaráðharri.