Fólkaatkvøða um loysing í 2010

Tá ið fólkaatkvøða verður um eina føroyska stjórnarskipan í 2010, verður talan í veruleikanum talan um eina fólkaatkvøðu um loysing, staðfestir formaðurin í Sambandsflokkinum. Nei, sigur løgmaður

Fer nýggja stjórnarskipanin, sum samgongan ætlar at gera, at hava sama rættarliga gildi, sum danska grundlógin hevur, ella verður hon undir donsku grundlógini?

Tað var ein spurningur, sum Kaj Leo Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vildi hava løgmann at svara upp á í tinginum í morgun.

Hann vildi eisini hava at vita um tað ber til at seta stjórnarskipanina í gildi, hóast hon ikki er í samsvari við donsku grundlógina.

Løgmaður staðfesti, at ein føroysk stjórnarskipan loysir ikki Føroyar frá Danmark.

- Men hon er ein áseting um, hvussu føroyingar skipa seg innanlands og hon skal eisini staðfesta, hvussu farast skal fram, vilja vit hava loysing.

Nú skal so ein serlig nevnd setast at gera stjórnarskipanina liðuga.

Men um stjórnarskipanin samsvarar við donsku grundlógina, er ein spurningur fyri serfrøðingum í stjórnarrætti, sum hann ikki vildi leggja seg út í.

Men hann ivaðist ikki í, at nevndin, sum verður sett at gera stjórnarskipanina lidna, eisini setir seg í sambandi við danskar myndugleikar fyri at finna loysnir á møguligum ósemjum.


Atkvøðugreiðsla um loysing

Kaj Leo Johannesen helt ikki, at hann hevði fingið eitt greitt svar.

Men hann vísti á, at eftir tí, sum liggur í kortunum, verður tann nýggja stjórnarskipanin uppfata sum okkara evsta lóg, sum er yvir øllum øðrum lógum.

Har stendur í uppskotinum, at stjórnarskipanin er framum lógir. Ongin lóg ella siðvenja má tí vera hildin at galda, bara tí at hon er eldri enn hendan skipan, ella hevur verið told í langa tíð.

- Sostatt verður fólkaatkvøðan í 2010 rætt og slætt ein fólkaatkvøða um loysing, tað sigur hetta heilt greitt.

Hann helt, at onki er meiri rímiligt enn tað, at føroyingurin fær greitt at vita, hvat hann fer til fólkaatkvøðu til.

Og hann framvegis, at løgmaður smeyg sær undan at svara, antin hann helt, at Stjórnarskipanin er undir ella yvir donsku grundlógini.

Hann helt eisini, at tað var heilt burturvið at hugsa sær, at Tjóðveldi fer at leggja nakað út til fólkaatkvøðu, sum ikki ber loysingina við sær, men sum hinvegin er undir donsku grundlógini.

Jóannes Eidesgaard staðfesti enn einaferð, atspuringurin um eina føroyska stjórnarskipan, er ein føroysk verkætlan og tað er hetta fólki, sum her býr, ið skal atkvøða.

Hann helt eisini, at Kaj Leo Johannesen sá trøll á alljósum degi.

- Í grundlógini eru nøkur rættindi, sum langt síðani eru yvirhálað av nýggjum, mannarættindasáttmálum.

- Tí skulu vit sláa kalt vatn í blóðið og eg havi tað álit, at endaliga uppskotið til eina stjórnarskipan, sum fólkið skal taka støðu til í 2010, verður borðbært.

Hann vísti á, at føroyingar og danir hava hvør sína uppfatan av stjórnarskipanarlógina.

- Men so leingi partarnir duga at finna veg burtur úr ósemjuni, ber hetta á mál, akkurát sum tað gjørdi, tá ið yvirtøkulógin var fyri, tí tá høvdu partarnir eisini hvør sína uppfatan.