Fólkaatkvøða um íslendska grundlóg

Eftir at ein nevnd hevur arbeitt við einum uppskoti um nýggja íslendska grundlóg, er nevndin komin til eitt úrslit, og í morgin verður fólkaatkvøða um uppskotið.

Áhugin fyri nýggjari grundlóg hevur ikki verið tann heilt stóri í Íslandi.

Baldur Hrafn Bjørnsson, er íslendingur, býr í Føroyum og lesur samfelagsfrøði á Fróðskaparsetinum. Sambært honum eru tað serliga tvær høvuðsbroytingar í mun til verandi grundlóg, sum íslendingar skulu taka støðu til.

-Fyri tað fyrsta verður skotið upp, at íslendska tjóðin skal eiga alt tilfeingið, sum ikki frammanundan er privat ogn. Eisini verður skotið upp, at kirkjan verður atskild frá statinum, sigur Baldur Hrafn Bjørnsson.

Talan er um fimm broytingar í mund til verandi grundlóg, og snúgva tær seg millum annað um tillagingar í sambandi við mannarættindaavtalur, sum Ísland hevur bundið seg til at halda.

- Hóast íslendingar ikki hava víst broytingunum stóran áhuga, ivist eg ikki í, at nýggja uppskotið verður samtykt, sigur Baldur Hrafn Bjørnsson.