Fólkaatkvøða verður 12. apríl

Hósdagin 12. apríl verður fólkaatkvøða um kommunusamanlegging.

Tað upplýsir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum beint nú, eftir at Poul Michelsen, tingmaður úr Framsókn, hevur spurt um hetta.

Eitt uppskot um fólkaatkvøðuna er farið til viðgerðar í politisku flokkunum.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni verður uppgjørt fyri hvørt valstað sær, altso fyri hvørja kommunu sær.

Talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu og landsstýrismaðurin hevur tað álit á kommununum, at tær fara at fylgja úrslitinum.

Hinvegin er ikki ætlanin at leggja kommunur saman við lóg, tí tað er ikki politiskur meiriluti fyri.

Og kommunur fáa onga tíðarfreist at leggja saman, staðfestir landsstýrismaðurin.

Kortini er tað hansara vón, at tá ið kommunuval verður aftur í heyst, verða tað munandi færri kommunur.

Hann væntar kortini ikki, at tað vera so fáar sum sjey ella átta kommunur í heyst.

Men hann heldur, at verða tað einar 12-15 kommunur, er nógv vunnið.

Men tá ið eldraøkið verður lagt út, verður tað til átta samstarvsøki.

Poul Michelsen heldur ikki, at hetta er nakað framstig og at Føroyar verður rættiliga ógreitt. Hann heldur lítið um, at samgongan ikki er meiri avgjørd í hesum máli.