Arne Winthereig, Vegna Ungmannafelagið Samband
----
3. Mai 2012 skal fólkaatkvøða verða um kommunusamanlegging. Tað er í øllumførum ætlanin, sum landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Borgarar kring alt landið eru sera ørkimlaðir, tí satt at siga veit eingin, ella í besta føri sera fá, hvat hetta snýr seg um.
Hendan fólkaatkvøðan má sigast at vera einki minni enn vánaligt handverk av í fyrsta lagi sitandi landsstýrismanni, og í øðrum føri landstýrinum sum heild. Eingin ætlan, eingin visión, bert orð. Vit kunnu ikki bjóða komandi ættarliðum so vánaliga stýring, har vit miss-nýta sterk stýriamboð uttan at vita, hvat ein vil nýta tað til.
Ein fólkaatkvøða skal ikki blíva eitt barometur, sum skal nýtast onkuntíð fyri at kanna temperaturin. Fólkaatkvøða er eitt sterkt amboð, ið hevur til endamáls, at fólkið gevur til kennar hvat tey vilja við ávísum málum. 3. Mai 2012, skulu allir føroyingar á val, at atkvøða ja ella nei til kommunusamanlegging. Tað er einki minni enn respektleyst, at senda slíkt ófyrireika arbeiði út til fólkið at taka støðu til. Eingin pondus er í teimum kunnandi fundunum, og tískil veit eingin hvat hendir um ein atkvøður ja, ella nei. Tí er tað, at vit í Ungmannafelagnum Samband tala at, tá landsstýri velur at nýta eina fólkaatkvøðu, ið ikki hevur nakað endamál yvirhøvur.
Rationelt samfelag
Vegurin móti einum rationellum samfelag er heilt avgjørt at vit fáa færri størri eindir. Tí var tað ræðandi at hoyra Jørgen Niclasen svara í Kelduni í Skálabotni, at ongar útrokningar enn fyrilógu um sparingar við at leggja kommunurnar saman.
Tað vil við øðrum orðum siga, at fíggjarmalaráðið ongar útrokningar hevur gjørt um vit spara nakað yvirhøvur. Tað vísir maktaloysi, sum liggur í landsins leiðslu, at vit um minni enn eina viku skulu á fólkaatkvøðu um at leggja kommunurnar saman og enn hevur politiska skipanin ikki gjørt útrokningar hví vit skulu leggja kommunurnar saman.
Út frá hesum mugu vit staðfesta, at arbeiði handan kommunusamanleggingina er so grunt, óbegrunda og vánaligt handfari, at vit vilja mæla øllum, ið fara á val, um at atkvøða NEI!