Kommunustýrið í Skopun ætlaði at hava vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging 21. oktober, men nú hevur kommunustýrið útsett dagin atkvøðuna til eftir løgtingsvalið.
Tað skrivar Sandportal.fo
Kommunustýrið á Sandi skal eisini hava vegleiðandi fólkaatkvøðu, men dagin er ongantíð ásettur.
Á fólkaatkvøðuni fáa borgararnir svara uppá, um tey vilja hava sýsluna at leggja saman við Tórshavnar kommunu, um Sandoyar sýsla fyrst skal leggja saman, ella um sýslan skal halda fram, sum hon er.