Fólkaflokkurin 60 ár í ár

- ein jubileumsgrein

Í december komandi rundar tann Føroyski Fólkaflokkurin, sum fjórelsti flokkur í landinum, 60-ára hvarvið. Og hóast hetta ikki endiliga nýtist at føra til daprar tankar um svíkjandi andsevni, maktarloysi ella at ganga í barndømi, so er tað kanska ikki av leið eina løtu, at rætta ryggin eitt vet og hyggja nakað fram fyri seg, og kanska eisini at skeita aftur um bak, í eini roynd at gera upp, um hvussu skarst, táið samanum kom.

Tí stutt er mangan frá sigri til fall, og næstan alt er relativt. Ein morgun snimma í oktober ?92 býttu vónbjartir stjórar í Sjóvinnubankanum, sum var eitt yndisbarn floksins, út ein hóp av frípartabrøvum. Var tað ikki júst á 60 ára stovningardegi bankans? Og táið sólin fór til viðar, høvdu brøvini - óansæð áljóðandi - eitt kontantvirði á leið sum »ávísin frá í gjár«- -.

Tað var helst í størstu lagnuløtu landsins, at menn úr Vinnuflokkinum og úr Sjálvstýrisflokkinum stevndu til fundar, í eini tráan eftir at finna ein felags front til frama fyri land og fólk, og úrslitið bleiv so »fólksins føroyski flokkur«.


Úti í heimi.

Tíðirnar tá vóru ótryggar. Bara 20 ár frammanundan hevði russiska heimsveldið, og mong lond teimum á baki, skift stýrisskipan sína út við aðra betri ? hildu teir. Eina skipan, sum mong settu sítt álit á - og fleiri máttu lúta fyri - í teirri vón, at nú fór at roða í eystri fyri allar tjóðir sum válaðu í ørmaktan og vegloysi.

At stavnhald og stevnumið teirra ikki bar á mál í stættarloysisins sælu, er so ein onnur søga, og sum so longu heimssøga.

Tað var ein herkin burður at bera í heim, sum eisini kemur til sjóndar í bókunum hjá Sjolokhov. Ein lagnuleið, sum tú longu hómar hjá teim gomlu meistarunum sum Tolstoj og Dostojevski. Og ein svárur eftirburður, lýstur í øllum sínum veldi og vesældómi av Pasternak og Solsjenitsyn.

Hinvegin vóru einans 10 ár liðin síðani fíggjarskriðan leyp við bankakrakkinum í Wall Street í USA. Fylgjurnar vórðu ønskriligar. Hungur og hall, við blóðfátækt og afturgongd eisini á okkara naknu klettum.

Borgarakríggj í Spanialandi beindi fyri okkara meginmarknaði. Eingin úrtøka. Hús á tvang. Skip gingu burtur. Stúran og náttarvøka í hvørjari vrá. Og áðrenn nakar rættiliga fekk fótin fyri seg, var seinna kríggið - enn ræðuligari enn hitt fyrra - longu á kroppinum.


Í orrustunnar skugga.

Men á krepputíðum klekjast kallsevni, og ikki vóru tað nakrar bloytur, sum tá trinu inn á okkara heimliga torg og á Ting: Jóannes Patursson, fólkatalari og skald. Christian Holm Jacobsen, úrmælingur í nýskapan á vinnulívsøkinum. Tann lógar- og søgufróði Poul Petersen, og sum er tann einasti, ið enn er eftir á lívi. Thorstein Petersen. Pauli Dahl, yvirlækni og høgt mettur um landið. Mál- og mentamaðurin Richard Long. Dastið av okkara bestu skiparum og siglandi fólki, so sum Jákup Heinesen (beiggi Fischer) og Víka-Rasmus. Menskir menn, sum Sámal Ellefsen, Antines Sørensen, Óla Jákup Jensen, Robert Joensen, Johs. Slættanes o. a., og ikki at gloyma vinnulívstalentið Jógvan F. Kjølbro.

Og føroya fólk tók undir, og tað við lít. Ikki 4 ár seinni átti nýggi flokkurin 12 av 25 tinglimum, og 10 ár eftir varð landsstýrissamgonga skipað við 4 limum - har av teir 3 vóru úr Fólkaflokkinum.


Stór eru mannakor

Stórt var ætlað, og stórt varð lagt út. Nógv varð framt við skili, annað í bráskundi og okkurt betri ógjørt. Tað vil so vera. Men ikki svitast tað, allíkavæl, at í hesi krígstíð og ratióneringstíðini aftaná, settu hesir høvdingar landsins síni djúpu spor, og sum enn standa sum drangar í søgu fólksins.

Ein útlendskur mentamaður, sum vitjaði her á landi segði: »At bara ein maður, sum J. F. Kjølbro, gjørdi meiri fyri tjóðarinnar menning og fyri føroyskt sjálvstýri, enn alt tað, sum tilsamans var skrivað um evnið í bløðum og bókum.«

Nú, tíðir broytast, og flokkar við. Og kanska skifti sjóarfallið í flokkinum longu, táið tað »ófeilbarliga rættarsystemið« og tað »óvildiga embætismannaverkið« festi klørnar í formann floksins, Thorstein Petersen, og setti hann uttan fyri alla beinleiðis ávirkan bæði á løgtingi og fólkatingi. Ein tíanverri ikki ókend atgerð í »Maktarinnar máttloysi« mótvegis týðandi og truplum persónum, »sum torga broddi beint ímót«, í hjálandahøpi?.

Nakað av rættarkenslu var tó eftir, og hóast Thorstein ikki gavst á hondum, men vann alt meiri rættarligt viðhald úr einum rættarsali í annan. So batti tað lítið. Tí áðrenn seinasti leikur var lokin, fekk hann ólívssár, og so gjørdist einki meir.


Dagurin í dag.

Síðani tá er nógv vatn runnið í havið, mangt er umbroytt, og ikki alt til frama fyri land og fólk. Og tí er kanska í tøkum tíma, at spyrja ein einfaldan og møguliga nærgangandi spurning: »Hvar eru so tann neyðuga nýhugsanin og undangongumennirnir í avleggara Vinnufloksins í dag?«

Hvar er vinnulívsfólkið? Mentafólkið? Rokskipararnir? Skaldini og høvundarnir? Og úrmælingarnir?

Er t. d. nakar av allari ting- og landsstýrismanning fólkafloksins í heiðurligari útfluttningsvinnu í dag? Her hava hinir størru flokkarnir tó onkran: Javnaðarmenn hava Oldin, tjóðveldið hevur tann tungusnjalla Tórbjørn, og sambandið hevur Edmund - -?!.


Danski javnaðarflokkurin spyr seg av og á : »Er farven falmet?« Og tí er tað helst ikki av leið, at aðrir flokkar eisini onkuntíð í rannsakan spyrja seg sjálvan nakað tað sama. »Og sjálvsrannsakan skal til«, dundraði fólkafloksmaðurin millum fremmand í Norðurlandaráðnum. »Tað fremur nýhugsan og úrslit ! ! «


Tøgn kom á Ting.

Tingmanning floksins telur nú bara 8 tigandi av 32. Hesin søgusveipti flokkur Bóndans ,sum tú skalt langt eystur um Balkan fyri at finna tess maka í fundamentalismu.

Vanligi limurin og veljarin setur spurningar til floksins kosnu menn og kvinnur. Men einki svar. Spurningarnir fáa ikki ein gang innivist í mergjaða málgagni floksins.

Nei, við lippufelli sum eitt øksahøgg, og niðurbendum hestaskógvi í kinnklovunum, físa tey fólkavaldu firtin:

»So aldrin, vit svara. Vit sum strevast og stríðast og taka stórar beslutningar«. Og ganga seigan í føroyskum búna á árliga »karnevallinum« á Ólavsøku millum ting og kirkju við tungum mini-krossum á bringuni. Sum eta fínt á Prytaneion. Og hækka okkara egnu løn (+ nógvan fundarpening óansæð um eingir fundir eru), so sum okkum lystir.«

Eitt »Gruk« frá Piet Hein tekur okkum um hjarta, (Kanska eitt uppskot til hóskandi morgunsang ?):


»Ens vej gennem livet blir

liflig at vandre

den dag man forstår i sin

inderste sjæl:

Det er ikke nok, at man

ærgrer de andre,

Man skal også huske at

glæde sig selv.«


»Nei, tað skuldi bara mangla, at nakar veljari vágar sær at spyrja okkum um nakað. Tí at spyrja, tað duga vit so nógv betur sjálvi. Serliga kunstigar spurningar á Tingi til okkum sjálvi, har svarið frammanundan er givið. Tað er so nemt og lekkurt.«

Og svørðsveiggjandi stavnamaður floksins à »Miðleingjuni« er avanseraður til ein sleivusvingandi »hygguspreiðandi« breyðtræl við »kjøtgrýtur Egyptalands«. Eina millión krónur um árið fyri tvær hálvtómar grýtur, takk!

Og tann fortugda tugga floksformansins á Tingi - um onkur skuldi havt sovið í tímanum - er tey alment ansettu!!

Ja, Ja, eg meini tað ? tann øvugta verð - tað meini eg: allir nevndarlimirnir, í tí fyrr so kraftmikla Forumi: Havnar Framburðsfelag, eru allir alment løntir, og 60% av teim eru lærarar.


Óhóskandi spurningar

Ein helst eisini óhóskandi spurningur kundi nú verið: »Er løtan nú komin í ljósmála, at fólk aftur seta seg saman og fáa á føtur ein føroyskan »Sjálvstæðisflokk«, sum í Íslandi; men til hetta krevst væl, at tøkur er ein statsmaður av Davið Oddssonar formati, og hann er nokk nakað ringur at fáa eyga á í hesum døgum?.

Ein spurningur er: »Hvussu kundu ein arrogantur fyrisitingarligur konfirmantur og ein klossmajorur av einum landsstýrismanni, sum veljarar floksins longu høvdu vrakað, geva einum gævum stovnsleiðara sekkin, og tað uttan grund, forkláring ella orð ? um ikki eið?«

Er nakar nakað feril av rættartrygd eftir í gamla flokki Pouls og Thorstein Petersens?!!

Ein annar spurningur, sum vanligi veljarin eisini tekist við er: »Nær, hvar og hvussu bleiv Finn Norman Christensen-doktrinin viðgjørd og samtykt í Fólkaflokkinum?«

Men hesum fáa vit væl svar uppá á komandi landsfundi. Um nakar verður.

(Forrestin, er tað bæði djarvt og sera klókt, at jubileums-landsfundurin verður lagdur í Lorvík, har tann seinasta vinnulívs-kempan ? tann síðsti valutaskapandi mohikanarin - í Fólkaflokkinum til seinasta val mátti lúta fyri einum av teim vanligu »betri kvalifiseraðu.«

So eitt hóskandi vinnuligt ervi, soleiðis, er væl ikki at forfjóna - -.)

(Men tak hetta nú ikki for persónligt, mín vinur, sum lesur hesar fátæku reglur. Meint verður sjálvsagt ikki við teg, soleiðsni. Tað kanst tú nokk forstanda- -)

Nú ein dagin spurdi eg ein mentamann í flokkinum, og sum í mong ár hevur stuðlað flokkin í bæði góðum og ringum tíðum:« Sig mær, hvat sigur tú nú til støðuna í flokkinum í dag? Ert tú sorgarbundin ella glettir tú bara uppgevandi á tonn?«

Hann svaraði við hesum orðum úr Njáls søgu, táið kappin Skarpheiðin inni í logandi skálanum bardist fyri lívinum, og álopsmenn spottandi róptu: »Hvussu er, grætur tú nú, Skarpheðin ?«

Tá mælti Skarpheðin úr eldi og royki: »Ikki geri eg tað, men tað er satt, at illa svíður í eygunum.«


Arnstein Niclasen

10.04.1999