Fundaraktiviteturin á Gamla Apoteki, har politisku flokkarnir hava skrivstovu, er stórur í løtuni. UMFRAMT PORTALIN SO FYLGIR RÁS 2 MÁLINUM TÆTT VIÐ TÍÐINDASENDING HVØNN FULLAN TÍMA, SO LEINGI NAKAÐ ER AT FRÆTTA Í øllum førum hjá tí eina flokkinum, Fólkaflokkinum. Evnið er eittans. Hvussu skal avgerðin hjá løgmanni um at koyra Jacob Vestergaard frá sum landsstýrismann taklast
Líka síðani boðini komu úr Tinganesi klokkan 12.38 í dag, um at Jacob Vestergaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaðurin í Innlendismálum, orsakað av uppíleggingini í starvsfólkaviðurskifti á Strandferðsluni, hevur tingmanningin hjá Fólkaflokkinum sitið á fundi á Gamla Apoteki.
Stóri spurningurin er, hvussu flokkurin ger av at takla uppsøgnina av tí eina landsstýrismanninum hjá flokkinum.
Portalurin hevur allan dag roynt at fáa viðmerking frá floksformanninum, men hann vil enn onki siga um, hvat flokkurin ætlar sær at gera.
Fyribils er Bjarni Djurholm settur at taka sær av málsøkjunum hjá Jacobi Vestergaard