Eini 40-50 fólk eru í morgun møtt í Tekniska skúla í Klaksvík, har Fólkaflokkurin í dag hevur landsfund.
Fundurin byrjaði við, at formaður floksins á Tingi, Jákup Mikkelsen, bjóðaði vælkomin, og síðani var formansfrágreiðingin á skránni.
Skráin sær annars soleiðis út:
09.45 Formaður tingfloksins bjóðar vælkomin
09.50 Formansfrágreiðing
10.10 Landsstýrisfólkini hava orðið
10.30 Avbjóðingar í fiskivinnunýskipanini orðaskifti
11.15 Búskaparliga ávirkanin av flatskattinum fyrilestur hjá Hans Kára Vang, búskaparfrøðingi. Spurningar og orðaskifti
12.30 Matarsteðgur
13.30 Rúmligur arbeiðsmarknaður fyrilestur hjá Hera Petersen, samfelagsfrøðingi. Spurningar og orðaskifti.
14.30 Kjak
17.00 Tikið verður saman um, landsfundurin endar.