HUXA-Fólkafloksungdómur
???
Fólkafloksungdómur følir tað sum sína skyldu, alment, at vísa veljarum og tingbólki Fólkafloksins á sína ónøgd við komandi ætlanunum hjá landsstýrinum at veita rækjuflotanum rakstrarstuðul áljóðandi 10 mió. kr,- í tvey ár. Hetta er ífylgi okkum ikki liberalur vinnu-lívspolitikkur.
Tann liberala og mone-taristika hugsanin er bygd á skilsemi tvs. tað, sum ikki vinnuliga ber seg, má falla. Hugsanin um felags gjald av undirskotsrakstri hjá vinnum, hoyrir gomlu keynesiansku búskaparpolitisku hugsanini til og ikki tí monetaristisku hugsanini, sum framstandandi røddir í Fólka-flokkinum siga flokkin at standa fyri.
Nýggi formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, ávaraði í Degi og Viku týskvøldið 19 apríl 2005 ímóti almennu stuðuli til vinnuna. Hann segði or-søkina til rakstrarstuðul at vera, at reiðarar á rækjuskipum ikki tora at seta kapital í vága, tí at útlitini fyri undirskoti er ov stórur. Hetta er, sum fleiri kunnugt, orsaka av høga oljuprísinum og stóra útboðnum av rækjum á ES-marknaðinum. Hví skulu pengarnir hjá skattgjaldarunum so setast í vága, tá ið reiðararnir ikki sjálvir tora at vága sín egna pening? Varð partafelagsskatturin ikki niðursettur frá 27% á 20% við tí fyri eyga at betra um konsolideringsmøguleikarnar hjá vinnuni?
Tá ið Fólkaflokkurin velur at fara í samgongu við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, má tað helst vera tí, at Fólkaflokkurin ber so í bandi, at tað er alneyðugt at føra ein sunnan, studningsfrían og libe-ralan rækjuvinnupolitikk í samgonguni, sum flokkurin sigur seg standa fyri.
Í løtuni eru vit vitni til, at núverandi sam-gonga við tí liberala Fólkaflokkinum, sum situr við trimum lands-stýrismonnum, og við góðum útlitum fyri at føra liberalan rækjuvinnupolitikk, fer at stuðla landsstýrinum í ætlanini at veita rækju-flotanum stuðul frá skattagjaldarunum kring landið, og harvið slóða fyri, at feilirnir í áttatiárunum kunnu verða endurtiknir.
Tá ið ein vinna fær studning, fara kanska fleiri vinnur at banka uppá hurðarnar í Tinganesi. Hetta kann vera, í altjóða eygum, ein "falliterklæring" av tí føroyska samfelagnum og vinnulívi tess, at hvørja fer ein vinna kemur í kreppu, skal hon stuðlast.
Umheimurin ikki hevur gloymt orsøkirnar til kreppuna fyrst í nítiárunum, sum gjørdi, at uml. 7.000 fólk máttu rýma av landinum, tí vinnupolitikkurin í 80?árunum varð skeivt útinntur, har m.a. stuðul til vinnur, sum ikki kláraðu seg varð givin í sera víðfevnandi mun. Hví verður so ætlað at fara ígongd við at gera sama feilin umaftur, serliga tá undirskotið á fíggjarlógini fyri komandi ár, síðst vit frættu, sigst at fara at verða góðar 200 mió. kr,-?!?
Fólkafloksungdómur vil mæla Fólkaflokkinum til at standa fastur um ein liberalan vinnulívspolitikk, sum merkir, at tær vinnur, ið ikki eru burðardyggar, mugu falla, tí EINGIN borgarligur flokkur kann hava so lítla sjálvsvirðing at lata stuðul og svíkja sítt støðufesti og landsins skattagjaldarar til gagns fyri nakrar reiðarar, sum ikki tora at vága sín pening í eina vinnu, sum teir sjálvir tykjast meta at vera farna fyri skeytið.