Hetta sigur Høgni Hoydal í eini viðmerking til úttalilsini hjá tveimum av landsstýrismonnum Fólkafloksins í Sosialinum í gjár. Tá søgdu Bjarni Djurholm og Jørgen Niclasen, at teir kunnu ikki taka undir við gongdini í fullveldismálinum, og at vit nú eiga at arbeiða fyri einum stig fyri stig politikki mótvegis dønum.
-Verður hasin boðskapurin ikki avsannaður, so er tað Fólkaflokkurin sjálvur, sum má finna út av, hvat hann vil sigur Høgni Hoydal og heldur fram: -Mín støða er fullkomiliga greið. Vit hava gjørt nakrar avtalur í samgonguskjalinum, og vit hava sagt í tinginum, hvussu vit skulu arbeiða, og tað hava vit hildið fult út.
Hann vísir á, at tað er avgerandi, tá vit eru í eini samráðingarstøðu, at vit vita, at høvuðsendamálið hjá okkara samráðingarmótparti er at fáa split í samgonguna, og tá er tað ógvuliga umráðandi, at menn eru ábyrgdarfullir og loyalir, og at tú er greiður yvir tínum útmeldingum.
Høgni Hoydal vísir á, at hetta mál hevur bygt á púra greiðar avtalur millum samgongupartarnar og løgtingssamtyktir og samráðingarnar eru farnar fram við púra greiðum avtalum við mótpartin, og tað er tað, sum man má halda seg til.
-Hevur tú varhugan av, at Fólkaflokkurin er við at fáa kaldar føtur og er við at draga í land aftur í fullveldisspurninginum?
-Eg geri ikki viðmerkingar til tað, sum Fólkaflokkurin ger. Vit hava skipað eina samgongu. Anfinn Kallsberg er samgonguleiðari. Hann hevur sagt púra klárt og týðuligt, at tað einasta, sum skal góðtakast í samráðingunum millum Føroyar og Danmark, er ein fólkarættarlig avtala tvs. ein avtala, sum inniber suverenitet.
Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at annað er ikki at samráðast um, tí tá er tað í veruleikanum nýggj heimastýrislóg vit tosa um. Eru onnur signal frá samgonguni, so má hetta vera nakað, sum Fólkaflokkurin tekur upp innanhýsis.