Miðbýurin skal mennast og lív skal koma aftur í býin. Tað er eitt av høvuðsmálum Fólkafloksins til býráðsvalið.
Vit vilja aftur hava nógv fólk at trívast í miðbýnum bæði í arbeiðstíð og aftaná, gerandisdagar sum vikuskifti.
Nógv góð hugskot eru um, hvussu miðbýurin kann lyftast upp til at gerast ein lívligari miðdepil í høvuðsstaðnum. Millum annað hevur Hans Mortensen lagt fram eina frálíka miðbýarætlan.
Vit vilja at gongd verður sett á arbeiðið skjótast tilber og ynskja at raðfesta menningina av miðbýnum høgt á íløguætlanini.
Hetta vil Fólkaflokkurin. Tey, sum halda at miðbýurin hevur uppiborið aftur at gerast miðdepil í høvuðsstaðnum eiga tí at stuðla Fólkaflokkinum til býráðsvalið.
-----
Vinarliga
Fólkaflokkurin í Havn