Tað er ein sjáldan løgin og misvísandi yvirlýsing, ið Fólkaflokkurin knappliga hevur sent út til miðlarnar. Boðskapurin frá tí flokki, ið hevur sitið við valdið nærum uttan støðg síðani 1975 og øll seinastu 14 árini, er í stuttum, at allir flokkar og politikarar hava ábyrgdina av tí kollsiglda búskapinum og vantandi politikkinum. Og at nú má sópast fyri egnum durum, har Fólkaflokkurin skal vera garanturin hjá tí vanliga borgaranum mótvegis teimum skilaleysu politikarunum (!). Hetta verður sagt samstundis sum Fólkaflokkurin er fremsti garantur fyri, at rokningarnar í løtuni bara verða sendar til teir veikastu samfelagsbólkarnar.
Hetta er eitt skúladømi um ta serligu kollektivismuna, sum Fólkaflokkurin tykist hava ment. Hon snýr seg um, at vinningurin og heiðurin skal altíð vera nøkrum fáum einstaklingum og flokkum beskorin. Meðan ábyrgdin, uppruddingin og rokningin er altíð kollektiv.
Tjóðveldi noktar blankt fyri at verða koyrdur í stórapott og fáa ábyrgdina fyri tann skilaleysa skatta- og búskaparpolitikkin og tann vantandi politikkin á øllum økjum undir ABC-flokkunum seinastu 6 árini – og ikki minst tað atgerðarloysi og niðurbræðing av øllum politikki, sum valdar í løtuni. Vit hava ávarað og havt alternativ uppskot til tær gerðir, ið eru framdar, alt síðani hesir flokkar tóku við í 2004.
Hinvegin taka vit treytaleyst við ábyrgdini fyri skeivar og vantandi avgerðir, ið vit hava havt lut í og ábyrgd av. Her er serliga at nevna fiskivinnupolitikkin og vantandi reformar í samfelagsbygnaðinum, har vit ikki hava megnað at framt røttu avgerðirnar.
Vit taka fegin við leiðsluni og vilja gera alt fyri at arbeiða okkum fram til semjur um at fáa búskapin og samfelagið á aðra leið, ið kann skapa álit og greiðar linjur. Vit ivast heldur ikki í, at stórur politiskur meiriluti er fyri neyðugu politisku ætlanunum, um hetta bara ikki verður blokkerað av minnilutum í samgonguni. Higartil eru so øll uppskot feld frá okkum, hóast flestu tingfólk og flokkar siga seg taka undir við teimum, men vísa til vantandi samgongusemjur.
Tjóðveldi vísir á hesi mál, sum eru alneyðug og átroðkandi, har vit ikki ivast í, at semjur kunnu finnast millum 2/3 av tinglimum, um blokeringarnar verða loystar. Vit vóna, at hinir flokkarnir kunnu siga sína hugsan og at ikki minst Fólkaflokkurin hevur nøkur boð:
Langtíðarætlan fyri rakstur og inntøkur hjá landinum, har vit áseta hvussu hvørt rakstraøki skal minka, standa í stað ella minka komandi 5 árini til tess at fáa javnvág á fíggjarlógina.
Langtíðarætlan fyri íløgur komandi 15 árini – og beinanvegin gongd á tær íløgur, ið kunnu skapa virksemi og arbeiði í hesum ári og tí komandi.
Skattapolitikkur skal breiðka skattagrundarlagið, har m.a. umhvørvisskattur og skattur á spekulasjón fíggja størri part.
Fiskivinnupolitikkurin skal leggjast grundleggjandi um, nú alt bendir á, at stovnar kunnu koma fyri seg – og almenn tilfeingisbúð setast á stovn.
Kommunalreformur, har eisini skattagrundarlagið verður broytt, so kommunuskatturin gerst progressivur
Sosialpolitikkur, har teir veikastu bólkarnir verða vardir og stættarmunir javnaðir.
Útbúgving, mentan og gransking skulu standa fremst í øllum nýátøkum.
Umhvørvis- og orkupolitikkur skal verða partur av øllum samfelagsøkjum og avgerðum.