Fólkaflokkurin og persónsdyrkan!

   

Dia Ellindsson, Runavík


Vit hava bæði hoyrt og lisið um persónsdyrkan og aðra skurðgudadyrkan. Men hetta fyrifórst áðrenn okkara tíðarrokning. So hetta skuldi verið ein farin tíð.
Men tíverri sæst í bæði sól og mána, at hetta er við at kykna uppaftur í okkara pinkulandi Føroyar.
Hin Føroyski Fólkaflokkurin er nú glaðbeintur farin út í hesa fornu skurðgudadyrkan.
Hetta sæst best við at teir hálova persónin Anfinn Kallsberg út um øll møgulig mørk. Ja, enntá Óli Breckmann er vorðin ein kolasvartur skuggi aftur-ímóti. Hin stóri spurningurin er fyri mong fólk: Trýr fólkaflokkurin meira á Anfinn Kallsberg, heldur enn Várharra Jesus Kristus, tað átti at verið munur á monnum.
Ein anti skurðdyrkari.