Fólkaflokkurin og sáttmálasamráðingar

Til: Verkamannafeløgini, Att. Ingeborg Vinther, form., FA, Tjarnadeild 5, Tórshavn

Viðv. skrivi tykkara til m.a. Fólkaflokkin 6. mai 2003.

Fólkaflokkurin takkar fyri bræv tykkara í gjár og tekur fult undir við, at í einum fólkastýrdum landi sum Føroyum við fríu marknaðarbúskapi hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum fullan og heilan rætt til at samráða seg fram til setanar- og lønaravtalur.
Samstundis ásanna vit, at lógin, sum SEV virkar undir, áleggur landsstýrismanninum í fíggjarmálum og ongum øðrum at samtykkja ella havna teimum lønaravtalum, sum el-felagið ger við síni starvsfólk.
Annars ynskir Fólkaflokkurin øllum tykkum, sum samráðast, gott samráðingarhegni, eitt friðarligt vár og góðar avtalur, sum tæna øllum Føroya fólki til gagns og sóma.