Óli Breckmann hevur ikki verið, er ikki, og fer neyvan aldrin at verða nakað ynskibarn at vera í samgongu við. Tjóðveldismenn vakna nú við kaldan dreym og síggja, at Fólkaflokkurin ikki vil líka langt sum teir vilja. Hetta kemur ikki óvart á nakran, ið hevur fylgt við í politikki seinastu mongu árini. Vit hava á hesum stað gjørt vart við, at Fólkaflokkurin hevur vundið úr Tjóðveldisflokkinum í málum sosum landsverksfrøðingsmálið, privatisering, fiskivinnumálum o.s.fr, tí at Tjoðveldisflokkurin hevur verið villigur til at ofra alt fyri fullveldisætlanina. Tað er væl skilligt at Tjóðveldismenn stúrsa við nú aftaná, at teir hava avreitt øll vinstravend mál til borgarligu kreftirnar í Fólkaflokkinum, uttan at fáa tað afturfyri, ið teir hildu seg fáa.
Lætt er at vera eftirsnarin, men hattar kundi man fortalt Tjóðveldisflokkinum, ið átti at lært av sínum royndum við Fólkaflokkinum. Tað má vera hart at skula ásanna, at skula út til val uppá stórt sæð einki, tí borgarligu kreftirnar hava formað allan innanlandspolitikk í seinasta valskeiði, meðan aðrir hava formulerað ST brøv og tílíkt, uttan at vera komnir á mál.
Tá hetta er sagt, so eigur Tjóðveldisflokkurin at prógva fyri fólki, at konfrontatiónslinjan riggar. Higartil er einki komið burturúr konfrontatiónslinjuni hjá teimum.
Tað tykist eisini sera margháttligt at Tjóðveldismenn royna at bagatellisera yvirtøkuna av Skipasýninum. Trygd á sjónum eigur at verða mett sum eitt av allartyngstu málum hjá eini sjóvinnutjóð, har so at siga øll inntøkan kemur frá fiskivinnu og havbúnaði. At Tjóðveldismenn meta løgregluna at vera tyngri mál enn Skipasýnið vísir bert teirra prioritering, og kann man gerast eitt sindur ørkymlaður av henni.
Álitið hjá Tjóðveldisflokkinum á Fólkaflokkin tykist fokið, men ikki kunnu teir siga, at teir ikki vóru ávaraðir frammanundan.