Fólkaflokslistin klárur

tíðindaskriv

Mánakvøldið varð endaligi valevnislistin hjá Fólkaflokkinum í Havn



Havnar Framburðsfelag hevði mánakvøldið 2. og 3. uppstillingarfund til býráðsvalið. Eini hálvthundrað fólk vóru møtt til fundin, og vónirnar hjá fólkaflokkinum eru góðar undan býráðsvalinum havandi í huga, hvat flokkurin hevur avrikað hesi seinastu fýra árini, ið hann hevur sitið við róðrið í Tórshavnar Býráð. Á fundinum varð valevnislistin endaliga góðkendur, og flokkurin hevur 17 valevnir, trettan mannfólk og fýra konufólk, sum bjóða seg fram til býráðs-valið.
Samanumtikið kann sigast, at talan er um eina góða blanding av bæði yngri og eldri, eins og royndum og óroyndum býráðspolitikkarum. Harafturat kann sigast, at á listanum eru fólk bæði av Signabø, úr Nólsoy og úr Hesti. Tey 17 valevnini, sum stilla upp fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið í Havn 9. november eru hesi: Jan Christiansen, Inga Dahl, Tommy Næs Djurhuus, Maria á Dul, Tummas í Garði, Erna Háberg, Hjørleif Hjaltalin, Vagnur Johannesen, Eyðfinn Lenvig, Heini Magnussen, Bjarti Mohr, Terji Nielsen, Annika Olsen, Sjúrður Olsen, Páll Petersen, Jógvan Thomsen og Egon Øregaard.