Fólkafloksungdómur vil avtaka statskirkjuna

Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum vil avtaka statsligu fólkakirkjuna sum vit kenna hana. – Vit hava trúarfrælsi og mugu tí eisini hava frælsi at velja, hvørt vit vilja rinda til kirkjuna, sigur forkvinnan í HUXA. – Tað verður totalt anarki, um vit fáa frælsi at velja alt frá, sigur bispur, og mælir til, at allar samkomur í landinum verða fíggjarliga tengdar at statinum

Kirkjan fekk í fjør 9.965.000 krónur í stuðli beinleiðis úr landskassanum, tá nærum valfríi kirkjuskatturin ikki er tikin við.

Hetta vil HUXA, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, broyta.

– Í Føroyum hava vit talufrælsi og skrivifrælsi og í tí sambandi eisini trúarfrælsi. Landið skal ikki blanda seg uppí og siga, hvør okkara trúgv er, og tí skulu vit ikki gjalda til eina ávísa samkomu. Tað skal vera upp til hvønn einstakan at gera av, hvussu tey vilja nýta sín pening, sigur Bjørk Maria Krog Olsen, sum er forkvinna í HUXA.

Bispur er ikki heilt samdur, og sær trúnna sum eina samfelagstænastu á sama hátt sum Kringvarp og Heilsutrygd.

– Fólk skulu eisini hava frælsi at rinda fyri sína mentan. Skal handan tankagongdin fylgjast, so skal fólkið hava frælsið at velja, um tey vilja rinda Kringvarpsgjald og so framvegis.. Tað hevði havt við sær, at fólk fáa frælsi at velja alt og at velja alt frá, og so hevði verið fulkomið anarki, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.

Men Bjørk K. Olsen dugir ikki at síggja, hvussu heilsutrygd og kirkja kunnu samanberast, og hon sigur somuleiðis, at tú ikki rindar kringvarpsgjald um tú ikki hevur sjónvarp ella útvarp.

– Samfelagið skramblar saman, um ongin heilsutrygd er. Soleiðis er ikki við samkomunum, sigur forkvinnan í HUXA.


Samfelagsfunktión

Bispur greiðir somuleiðis frá, at kirkjan hevur sínar samfelagsfunktiónir, og at tá er serliga í samband við primerskrásetingina, sum eru kirkjubøkurnar. Men HUXA heldur hinvegin, at tað er nakað, sum landið skuldi tikið sær av, og ikki kirkjan.

– Eg dugi ikki at síggja, hví kirkjan skal taka sær av tílíkum funktiónum. Tað er nakað landið skal taka sær av, sigur Bjørk Olsen.

Men sambært bispi er tað helst bíligast fyri samfelagið, at kirkjan tekur sær av hesum máli.

– Eg meini tað var í sjeytiárunum, at tað var frammi á fólkatingi, at primerskrásetingin skuldi flytast úr kirkjuni, men tað vísti seg, at fíggjarliga loysti tað seg best fyri landið, at kirkjan tók sær av tí, vísir bispur á.


Grundlógin

Og ein forðing er afturat, um fólkakirkjan skal gevast at vera fíggjað av statinum. Í Danmarks Riges Grundlov stendur nevniliga soleiðis í grein 4: »Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten.«

Men tað metir forkvinnan í HUXA ikki vera nakran veruligan vansa.

– Vit skulu ikki hava nakra statsliga kirkju, og tí skal grundlógin broytast, sigur Bjørk K. Olsen.

Bispur hevur ikki nakra avgjørda meining um grundlógina, men staðfestir, at tað er ein avgjørdur fyrimunur bæði fyri stat og kirkju, at tey eru tengd hvør at øðrum.

– Tað má altíð vera eitt samstarv millum stat og kirkju, tí samkomurnar er av fólki, sum eru ein partur av statinum og so leingi vit hava eitt band millum kirkju og stat, so megna vit at halda eyga hvør við øðrum. Er onki samband millum stat og trúgv, so verður skipanin óstýrlig, metir bispur.

Men tað er júst hetta, sum Bjørk K. Olsen ikki skilur.

– Vit hava trúarfrælsi, og tí skulu samkomur ikki ávirkast av statinum og umvent, sigur hon.


Styrkja sambandið

So í staðin fyri at gera sambandið millum trúarsamfelagið og verðsliga samfelagið, so mælir bispur til at styrkja sambandið.

– Ein máti at halda fast við góðu skipanina og sambandið, sum er millum trúarsamfelagið og verðsliga samfelagið, er at skipa soleiðis fyri, at fríkirkjurnar eisini fáa fíggjarligan stuðul frá landinum.

– Sum eg síggi tað, er hvør króna, sum verður latin til kirkjurnar ein góð íløga í føroyska mentan og trivna, metir Jógvan Fríðriksson, bispur.

– Tað er ikki nakað gott hugskot at geva samkomunum meiri pening. Tær eru sterkar, og hallið á fíggjarlógini er stórt, sigur forkvinnan í HUXA.

Hon viðgongur tó, at tað kann sýnast bíligt, at brúka í mesta lagi tvær milliónir av 800 til at verja sína hugsan, men sigur, at 10 milliónir eru at spara, um kirkjan ongan pening fær.

80 prosent av Føroya fólki er limur í fólkakirkjuni, og tí kundi tað sambært bispi verið passandi at lata eina tvær milliónir krónur í stuðli til hinar kirkjurnar, meðan fólkakirkjan heldur fast við sínar umleið 10 milliónir krónur.

Í dag byggir fíggjarlógin hjá kirkjuni á 47,9 milliónir krónur við øllum. Tað vil siga, at millum ein fjórðingur og ein fimtingur eisini verður goldin av fólki, sum ikki rinda kirkjuskatt.


Broytingar við skili

Bispur metir tó, at skulu broytingar gerast, so mugu fólk hugsa seg væl um, áðrenn broytingarnar verða gjørdar.

– Tað er útmerkað, at ungu fólkini hugsa, men skal mann gera broytingar, skal mann kanna málið væl áðrenn. Føroyar eru eitt samfelag við einum pakka. Harímillum er tað andaliga, sigur bispur.