Fólkatalið á útoyggj minkar støðugt. Serliga í Skúvoy hevur verið vánaligt seinnu árini. Ikki færri enn 20 fólk eru flutt av oynni seinasta árið. Og tað var umleið ein triðingur av samlaða fókatalinum í Skúvoy.
Tað er sama søgan mestsum allastaðni, segi Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjafelagnum, tá útoyggjafundurin varð settur á Hotel Hafnia grækarismessudag. Hon vísti við talvum, hvussu gongdin hevði verið seinastu trý árini. Og har var minkað allastaðni uttan í Kalsoy. Og í Kalsoy var eisini tann munurin, at talið á ungfólkið var ikki lægri enn á teimum, sum vóru í eldra endanum. Helvtin av teimum, sum búgva í bygdunum á Kalsoynni, eru undir 20 ár, og tað er hugaligt, staðfesti fundurin.
Hetta mundi helst fyri stóran part koma av teimum vónum, kalsoyingar nú hava til ferjuleguna á Syðradali, helt Olga Biskopstø.
Øðrvísi er á hinum útoyggjunum. Eitt nú stendur heilt illa til í Hattarvík, vísti Olga Biskopstøð á. Har búgva mestum bara eldri menn, so har sær púra einki út.
Smoltdeyðin
Tá smoltstøðin í Svínoy varð noydd at lata aftur, doyði eisini tann lønandi vinnan, sum var í oynni, út.
Bjarni Jacobsen greiddi frá søguni frá smoltstøðini, sum verið hevur í Svínoy seinnu árinu.
Hann segði, at teir byrjaðu við hálvari aðru milliónum smoltum í síni tíð, og tá nú latið varð aftur, var framleiðslan tíggjufaldað.
Hesi 18 árini, smoltsøðin í Svínoy hevur verið virkin, hevur hon goldið umleið hálvaaðru millión krónur í arbeiðsløn um árið, segði Bjarni Jacobsen.
Hóast hann sum vera man harmaðist um, at teir vórðu noyddir at gevast, tí støðan hjá alivinnuni er vorðin so vánalig, hevði hann ikki mist vónina um, at tað fer at bera til at koma i gongd aftur, tá uppgongd aftur verður í alivinnuni.
Og hann tóktist bjartskygdur háost alt. Hann vísti á, at støðin stendur úti í Svínoy. Hon er í góðum standi, segði hann og er púra klár at taka í brúk aftur, tá útlit eru til, at tað kann bera til aftur.
Men eins og flestu onnur, sum tosa um viðurskiftini á útoyggj, vísti hann til samferðsluna.
?Hon er einki broytt í míni tíð, segði Bjarni Jacobsen, sum metti tað sum eina fortreyt fyri víðari menning av oynni, at ein tunnil verður gjørdur úr bygdini yvir í Havnina.
?Vit hava eitt stað í Svínoy, har Várharra hevur gjørt okkum eina havn, og tað eitur stutt og greitt Havnin, segði hann. Hana fáa vit ikki gagnnýtt, um vit ikki sleppa til hana, og tað ber so bara til við einum tunli. Um so var, hevði tað bara tikið eitt korter at siglt inná Borðoynna.
Samferðslan
At samferðslan er týðandi partur av lívinum á útoyggj, er mangan staðfest og varð tað aftur á fundinum í Havn hendan dagin.
Bjarni Djurholm, landsstýrissmaður við vinnumálum, kundi ikki lova nakran tunnil í Svónoy, men segði, at umstøðurnar verða kannaðar. Somuleiðis vísti hann á, at eisini úti í Mykinesi verður arbeitt við at bøta um samferðslumøguleikarnar við eini nýggjari lending í Hellisgjógv.
Tummas Frank Joensen í Skúvoy kom eisni inn á samferðsluna til og úr Skúvoy. Hann vísti á, at har var gott ferðasamband um fjørðin og takkaði Strandferðsluni fyri ta góðu tænastu, skúvoyingar hava í so máta. Tað er ikki grundin til flytingina av oynni, helt hann.
Men eitt hjartasuff hevði hann kortini, Og tað ar sjálvt farið, sum siglir um Skúvoyarfjørð. Sildberin.
Hann var góður og eitt stórt framstig, tá hann kom i síni tíð. Men nú er hann farin at eldast og væntandi skulu rímilig stórar ábøtur gerast í næstu framtíð, helt Tummas Frank Joensen. So stórar, at ivasamt er, um ikki skal hugsast um eitt heilt nýtt skip.
Hann vísti eisini á, at í fjør minkaði talið á fremmandum ferðafólki, sum kom til Skúvoyar, heilt munandi. Og tað komst av, at Strandferðslan varð noydd at spara ein túr burtur millum Gomlurætt og Skopun. Tað ávirkaði aftur í hinum endanum, tí fólk fingu ikki tíð at gera dagstúrar til Skúvoyar.
Henrik Old, løgtingsmaður, kom eisini inn á samfeðrsluna og serliga í Norðoyggum. Hann segði, at hann krepti tærnar, tá hann hugsaði um umstøðurnar, norðoyingar hava við skipum, sum eru 70 og 50 ára gomul. Hann sipaði til Barskor og Másan.
?Tað finnast góð og bílig skip aðrastaðni, sum saktans kundu brúkst til sigling til eitt nú Fugloyar og Svínoyar, segði hann. Eitt nú segði hann seg vita um eina rímiliga nýggja norska ferju, sum kundi fáast fyri heilt bíligan penga. Ein ferja, sum varð løgd, tí oyggjarnar, hon sigldi til, nú høvdu fingið undirsjóvartunnil.
Vit fara í seinni blaði at venda aftur til útoyggjafundin á Hotel Hafnia grækarismessudag.