Fólkaheilsa í verki

Evnini rørsla, kostur, royking og rúsmisnýtsla vóru til umrøðu á stóru fólkaheilsuráðstevnuni mikudagin

Fólk úr øllum tættum í samfelagnum greiddu frá royndum sínum við ítøkiligum verkætlanum innan fólkaheilsu, tá veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum var karmur um stóra ráðstevnu í dag undir heitinum: fólkaheilsa - frá hugskotum til veruleika.

Tað er Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sum skipaði fyri ráðstevnu, har hesir spurningarnir vórðu settir:

Rørsla: Hvussu økja vit um likamsvirknið hjá føroyingum sum heild?

Kostur: Hvussu fáa vit føroyingar at eta heilsugóðan kost?

Royking: Hvussu minka vit um roykingina?

Rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla: Hvussu kann hetta minkast?


Niður á jørðina

Vit fingu orð á Hans Paula Strøm, landsstýrismann, í steðginum. Hann vísti á, at endamálið við ráðstevnuni er at koma við ítøkiligum hugskotum um, hvussu fólkaheilsuætlanin, kann gerast til veruleika.

- Fólkaheilsuætlanin er bara ein ætlan. Nú er uppgávan at fáa hana niður á jørðina, við at fáa hugskot til, hvussu vit fremja hana í verki. Bæði her og nú, men eisini í framtíðini, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur seg hava fingið nógv góð og ítøkilig hugskot, sum eru verd at arbeiða víðari við.

Ráðstevnan var skipað við framløgum, bólkaarbeiði og hugleiðingum.


Rørsla

Viðvíkjandi rørslu, høvdu hesi framløgu: Martin Jakobsen frá Bakkafrost greiddi frá um, hvat kann gerast fyri at fáa fólk at røra seg meira í arbeiðstíðini. Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlin, talaði um likamsvirkni í skúlatíðini - hvussu kunnu børn fáast at røra seg meira í skúlatíðini? Armgarð Steinhólm frá Landsverk tosaði um neyðug ítøkilig tiltøk til tess at betra um súkklu- og gongumøguleikar, og Sølvi R. Hansen, ítróttarserfrøðingur hjá ÍSF, fortaldi um, hvussu vit fáa fólk at røra seg meira, og hvat ítróttarfeløgini kunnu gera.

Hans Pauli Strøm sigur við Sosialin, at hetta við ítrótti í skúlunum avgjørt átti at verið tikið upp.

- Hanus Joensen, skúlastjóri, vísti á, at hugtakið ítróttur átti at verið endurskoðað, so rørsla verður tikin við í nógv fleiri øki í skúlanum. Ikki bara í ítróttartímunum, men í øllum við spæli, dansi og úti í náttúruni. Hetta verður rópt uttanduranámsfrøði og er sera spennandi, sigur hann.


Kostur

Í sambandi við evni kost, var spurningurin: Hvussu fáa vit føroyingar at eta heilsugóðan kost? Har legði Jóhanna á Tjaldrafløtti, rithøvundur, fyri, og hugleiddi um hvat kann gerast fyri at fáa fólk at eta heilsugóðan kost, serliga frukt og grønmeti. Finn Nielsen, leiðari fyri Føroya Keypsamstøka, tosaði um, hvat handlarnir kunnu gera, fyri at fáa fólk at eta heilsugóðan kost. Síðani greiddi Mariann Patursson, kostráðgevi, frá, hvussu eitt kosttoymi kann betra um kostvanarnar hjá føroyingum. Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum greiddi frá um kostin hjá børnum á stovnum og skúlum, og Rósa Samuelsen, borgarstjóri, hugleiddi um, hvussu kostískoytisskipanin kann halda fram?

- Eg beit serliga merki í eitt, sum Jóhonnu á Tjaldrafløtti bar fram, har hon skeyt upp, at seta á stovn eitt ráð, sum kann geva kosttilráðingar til fólk, sum gera mat til føroyingar. Hetta er avgjørt eitt, sum eg kundi hugsað mær at arbeitt víðari við, sigur landsstýrismaðurin við Sosialin. Eisini nevnir hann Mariann Patursson, kostráðgeva, sum vísti á, at kosttoymið átti at verið knýtt at rørslu eisini, sum so kundi ráðgivið eitt nú skipskokkum.

- Eg haldi eisini, at tað var áhugavert at hoyra Finn Nielsen frá Keypsamtøkuni, sum vísti á, at innrættingin í handlinum hevur ávirkan, millum annað við at seta sunnar matvørur við kassan í staðin fyri søtmeti, sigur Hans Pauli Strøm.

Eitt annað, sum hann hevði bitið merki í, var at Rósa Samuelsen harmaðist um, at kost- og fruktskipanin var dottin niðurfyri.

- At skipanin datt niðurfyri, tá Løgtingið gjørdi av at leggja hana út til kommunurnar at umsita, vísir bara, at hetta er eitt, sum vit noyðast at taka upp aftur politiskt, tí eingin ivi er um, at skipanin eydnaðist væl, har hon var roynd, sigur landsstýrismaðurin.


Royking

Tá roykingin var til umrøðu var spurt, hvussu vit minka um roykingina. Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá um, hvussu roykipolitikkurin í Tórshavnar kommunu riggar. Dávur Winther, frá Klaksvíkar kommunu, fortaldi, hvussu royndirnar av roykitiltøkunum í skúlunum í Klaksvík hevur riggað, og Johannes Jensen, stjóri í Hotel Føroyar segði frá um roykleysar matstovur, har hann svaraði spurninginum um tað skal vera sjálvboðið ella við lóg, og hvussu royndirnar hjá Hotel Føroyum eru?

Til endans greiddi Lynn Reveal frá Fyribyrgingarráðnum frá um tubbakslógirnar í grannalondunum.

- Viðvíkjandi roykingini, haldi eg, at Jóhannes Jensen, hevði eitt gott poeng, tá hann segði, at tað hevði verið ein stórur lætti, um gistingarhúsini høvdu eina lóg, sum bannaði royking, at halda seg til. Tá skulu fyritøkurnar ikki sjálvar seta seg til dómarar og skerja persónliga frælsið hjá kundunum, sigur landsstýrismaðurin.

Eisini nevndi hann átøkini hjá skúlunum í Klaksvík, har Dávur Winther, greiddi frá um roykiherferðina, har kommunan savnar allar góðar kreftir til ein temadag eina ferð um ári. Talið av roykjarum er munandi minkað, síðani herferðin varð sett í verk í 2004.


Rúsevni og -drekka

Fjórða og seinasta evnið, sum var umrøtt á ráðstevnuni, var rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla.

Har talaði Kjartan Joensen frá Tollvaldinum um, hvat tollvaldið kann gera fyri at minka um rúsevnismisnýtsluna. Lars Rand Jensen, formaður fyri SSP nevndini undir Det Kriminalpræventive Råd, segði frá um fólkaheilsu og fyribyrging av vandaatferð, og Tjóðhild Paturson frá Føroya Ungdómsráð greiddi frá um, hvat ungdómurin heldur skal til, fyri at fáa ung at halda seg frá rúsevnum, og fyri at byrjanaraldurin fyri nýtslu av rúsdrekka verður útsettur.

Til endans greiddi Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, frá um, hvat skal til, fyri at skipa mennandi frítíðartilboð fyri ung í kommununum.

Viðvíkjandi rúsevnum og misnýtslu, sigur landsstýrismaðurin, at hann serliga beit merki í frásøgnina hjá Tjóðhild Paturson frá Føroya Ungdómsráð, tá hon vísti á, at tað er týðuligt, at ung, sum eru virkin innan frítíðarítriv av ymsum slag eru í nógv minni vanda fyri at gerast misnýtarar.

- Eisini vísti hon á, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, hvussu vit kommunikera við tey ungu, so tað ikki virkar sum ein prædika, men at ung tala til ung, sigur landsstýrismaðurin.

Ætlanin er, at niðurstøðurnar av ráðstevnuni, framløgunum og bólkaarbeiðinum, skulu savnast saman í eina virkisætlan.

- Men vit skulu ikki bíða við at fara til verka, tí nógv av hugskotunum kunnu setast í verk beinanvegin, sigur Hans Pauli Strøm.