Fólkakirkjan má shinast upp

Jógvan Fríðriksson, bispavalevni og sóknarprestur á Gjaranesi á Strondum, ella Innan Glyvur, sum tey meira staðbundnu kalla staðin, er ikki í iva um, at tað er fólkakirkjan her og nú í 2007 sum bispavalið má snúgva seg um

Jógvan Fríðriksson:

 

 

- Og tað er ein spurningur um ikki fólkakirkjan treingir til eina uppshining. Kirkjan er ein evangelisk lutherst fólkakirkja og okkum tørvar eina veking, eina sakramentala veking. Her meini eg eina kirkju sum er djúpt ankrað í dópinum og við altarborðinum, sum leiðir okkum ávegis og framef tir.

-Kirkjan má leggja áherðslu á tað, sum er uttanfyri okkum, Kristus í sjálvum sær og ikki tað sum vit halda og meina, tað meira kensluborna. Tað er Kristus sum er vegurin, sigur Jógvan Fríðrikson.

- Kirkjan er í heiminum, men ikki av heiminum og kirkjan má ikki bera sekteriskan dám.

- Kirkjuni tørvar eina jaliga sjálvsmynd. Vit skulu vera errin av kirkjuni og øll skulu kunna kenna seg heima í henni, segði hann.

Og hvussu verður Jógvan Fríðrikson sum bispur. Hann hevði sjálvur eitt boð á veljarafundinum leygardagin í Læraraskúlahøllini.

- Eg dugi helst betri at selja kirkjuna enn at selja meg sjálvan. Men eg lovi tykkum, at eg verið opin, erligur og sannur í starvinum. Eg fari at stríðast fyri andsfrælsi, tolsemi og virðing millum manna, segði hann fyri teimum knappliga 60 kirkjuráðslimunum, sum vóru møttir.

- Og eg verið sjónligur í kirkjuni. Ikki færri enn 20 sunnudagar um árið farið eg at standa á prædikustólunum kring landið sum bispur, segði Jógvan Fríðrikson.