Fólkakirkjan somu treytir sum fríkirkjur

Uppskotið um sjálvsstýri Føroya fólks er samtykt og harvið er avgjørt, at fólkakirkjan skal undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2002.

 

Durita Djurholm

?????????????????


Uppskotið um sjálvsstýri Føroya fólks er samtykt og harvið er avgjørt, at fólkakirkjan skal undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2002.

Tá eitt økið verður yvirtikið merkir tað, at vit í Føroyum taka ábyrgd av hesum øki. Tað er ikki neyðugt at yvirtikna málið verður skipað eftir donskum leisti, men tað er haraftur ímóti neyðugt, at yvirtøkur verða lagaðar til føroysk viðurskifti.



Fólkakirkjan umskipast

Nú fólkakirkjan verður yvirtikin, eiga vit at skipa eina føroyska kirkju, sum er óheft politiskt og fíggjarliga. Fólkakirkjan eigur at verða fíggjað og skipað av teimum, sum ynskja at verða limir í kirkjuni og annars hava eitt hjarta fyri kirkjuni.

Verandi ríkisgrundlóg inniheldur ásetingar, sum geva fólkakirkjuni eina serstøðu. Lógin tryggjar ?religionsfrihed, men ikke religionslighed?. Hetta merkir, at vit hava trúarfrælsi, men at kristnir trúarbólkar hava ikki somu treytir, við tað at fólkakirkjan hevur eina grundlógartryggjaða serstøðu.

Nú nýggj grundlóg verður smíðað, eigur serstøðan hjá fólkakirkjuni at verða tikin burtur. Er tað ikki ódemokratiskt at geva einum kristnum trúðarbólki serstøðu fram um onnur kristin trúðarsamfeløg ?



Fólkakirkjan fíggjast av kirkjufólki

Landsstýrið metir, at tað fer at kosta eini 15 mió. kr. at yvirtaka fólkakirkjuna. Hóast kirkjufólk rinda kirkjuskatt, fíggjar hetta minni enn helmingin av virkseminum hjá kirkjuni.

Sum støðan er í dag, rinda allir føroyskir skattgjaldarar, kirkjufólk sum ikki kirkjufólk, til fólkakirkjuna, við tað at 3 mio kr. eru avsettar á fíggjarlógini fyri 2001 til Føroya Kirkjugrunn. Harafturat rinda danskir skattgjaldarar (danski statskassin) 12-13 mió. kr. til prestalønir, bispalønina, rakstur av prestagørðum og Føroya Stiftsstjórn.

Fólki, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, nýtist ikki at rinda kirkjuskatt, men tey rinda óbeinleiðis til fólkakirkjuna yvir skattin, við tað at skattgjaldarans peningur verður nýttur til fólkakirkjuna. Hetta gjald verður størri, um fólkakirkjan verður yvirtikin og skipað, sum hon er ídag.

Hví skulu ikki-kirkjufólk rinda fyri fólkakirkjuna? Nógv av teimum, sum standa uttan fyri fólkakirkjuna, eru limir í fríkirkjum og vilja heldur stuðla hesum fíggjarliga.

Um fólkakirkjan í Føroyum skal rindast yvir kirkjuskattin, eigur kirkjuskatturin at verða ásettur, soleiðis at hann fíggjar fólkakirkjuna.

Í oddagrein í Trúboðanum 3. mai í ár mælir Tom Skaale, aðalskrivari, til, at fólkakirkjan verður loyst frá politiska valdinum, og at fólkakirkjan sjálv fíggjar virksemi sítt. Tað eru sostatt eisini røddir innan fólkakirkjuna, sum ynskja eina frælsa og fíggjarliga sjálvberandi kirkju.



Kirkjan røkir landsumsiting

Kirkjan røkir nakrar landsuppgávur sum t.d. at føra kirkjubøkur. Slíkar landsuppgávur eiga at verða lagdar yvir í landsumsitingina, soleiðis at kirkjufólk einans rinda fyri kirkjuvirksemi, - og ikki fyri almennar umsitingaruppgávur.



Fólka-/statskirkjur aðra staðni

Við árskiftið 2000 bleiv svenska kirkjan loyst frá statinum. Kirkjan verður fíggjað av kirkjulimunum sum kirkjuskattur. Kirkjusóknini skipa og áseta kirkjuskattirnar, sum í flestu førum eru 1-2%. Fólk uttan fyri kirkjuna rinda eitt serligt gjald fyri jarðarferð (begravningsafgift). Staturin í Svøríki hjálpir tó statskirkjuni til at halda kirkjubygningar viðlíka, sum hava eitt mentunarligt virði, tí tað kann vera sera kostnaðarmikið at varðveita gamlar bygningar.

Í Finlandi er kirkjuskatturin 1%, sum er 0,70% hægri enn í flestu kommunum í Føroyum.

Í Danmark rindar staturin 40% av prestalønunum og 100% av lønunum hjá biskoppunum.

Europaráðið hevur biðið Danmark hava eftirlit við, hvussu serstøðan hjá fólkakirkjuni verður umsitin. Ole Espersen, fyrrv. umboðsmaður fyri mannarættindi og núverandi professari í fólkarætti og mannarættindum á Københavns Universiteti sigur í grein í Kristiligt Dagblad hin 10. apríl 2001, at ? Hvis den danske folkekirkes særstatus bliver bragt for den europæiske menneskerettighedsdomstol, risikerer Danmark at blive dømt?. Grundgevingin fyri hesum er, at statsstuðulin til eitt ávíst trúarsamfelag er í stríð við millumtjóða sáttmálarnar í EU, sum tryggja trúarfrælsi.



Átrúnaðarligt frælsi

Vit hava frælsi til at trúgva tað, vit vilja, og at skipa okkum í samkomur og felagsskapir. Slíkir felagsskapir verða fíggjaðir av fólki, sum føla ábyrgd og brenna fyri sakini. Almennur stuðul verður ikki latin fríkirkjum o.t., - og hetta er gott og rætt.

Nú føroysk grundlóg verður smíðað, eigur fólkakirkjan ikki at fáa øðrvísi treytir enn onnur trúðarsamfeløg. Eg haldi ikki, at Føroyar verða minni kristnar av hesum. Í USA er eingin statskirkja, men fólk ganga kanska meiri í kirkju har enn hjá okkum.

Gudstrúgvin og trúðarsamfeløg eru persónlig viðurskifti, sum ikki eiga at verða fíggjað og skipað av tí almenna, men trúðarfrælsi má verða tryggjað í grundlógini.