Fólkakirkjan villeiðir fólk

- Fólkakirkjan er á veg aftur til heiðinskapin og leiðir fólk í fortapilsi, sigur Petur O. K. Olofson. Hann viðger í nýggjum bóklingi avleiðingarnar av donsku bispavitjanini á hvítusunnu

 

Føroyska fólkakirkjan villeiðir fólk, tí hon loyvir umboðum fyri Sodoma og Gomorra inn í kirkjuna at prædika.

- 11 danskir bispar hava innført Sodoma og Gomorra í fólkakirkjuni, og teir eru tí umboð fyri Sodoma og Gomorra. Tá hesir bispar fáa loyvi at virka í kirkjunum í Føroyum, eru tey, sum loyva teimum tað, við til at villeiða fólk. Tey taka harvið undir við, at Sodoma og Gomorra kunnu vera ein partur av eini kristnari kirkju.

Hetta heldur teologurin og fyrrverandi presturin, Petur O. K. Olofson.

Hann ger í einum nýggjum bóklingi støðuna upp, eftir at ein tíð er fráliðin, síðani teir donsku bisparnir vóru á vitjan í Føroyum í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristnanina av Føroyum.

- Føroyska fólkakirkjan verður til eina sekt, sum villeiðir fólk, sigur hann.

Olofson vísir á, at tað er í stríð við Bíbliuna, at fólk, sum taka undir við samkyntum paralagi, sleppa at prædika í kirkjuni. Men tað var júst tað sum hendi, tá teir donsku bisparnir fingu loyvi at halda gudstænastur ymsastaðni í Føroyum annan hvítusunnudag.

- Við at loyva hesum bispum inn í kirkjuna at prædika viðvirkar føroyska fólkakirkjan til forføra fólk, sigur Olofson.


Stríðið um bisparnar

Í nýggja bóklinginum, sum Olofson hevur skrivað, greiðir hann frá tí stríðið sum var, tá teir donsku bisparnir skuldu til Føroya at halda gudstænastur annan hvítusunnudag.

Stórt stríð var um hetta, tí fýra føroyskir prestar vildu ikki hava donsku bisparnar í sína kirkju at prædika. Orsøkin til tað var, at donsku bisparnir taka undir við, at samskynt fólk skulu kunna markera sítt paralag við eini hátíðarløtu í kirkjuni.

Føroysku prestarnir vístu á, at samkynt paralag er í stríð við skriftirnar, og tí skal kirkjan á ongan hátt verða við í hesum. Bisparnir, sum taka undir við at loyva teimum samkyntu inn í kirkjuna, hava tí einki at gera í føroysku kirkjunum, søgdu teir fýra prestarnir.

Endin var tó, at allar teir donsku bisparnir prædikaðu í føroyskum kirkjum, og tað er hetta sum ger, at Petur O. K. Olofson nú ger støðuna upp.


Kirkjan villeiðir

Olofson sigur, at bispur og teir 15 føroysku prestarnir, sum tóku undir við, at teir donsku bisparnir kundu koma í føroysku kirkjurnar at prædika, harvið siga gott fyri, at teir donsku bisparnir, sum førføra og villeiða fólk, kundu verða ein partur av fólkakirkjuni.

- Guds orð sigur púra greitt nei til at fólk skulu liva sum samkynt. Tá so teir donsku bisparnir taka undir við, at kirkjan skal hátíðarhalda samkynt paralag, so gerast teir til umboð fyri Sodoma og Gomorra, og tá seta teir seg harvið uttan fyri tí kristnu kirkjuna, sigur Olofson.

- At hesir bisparnir síðani sleppa inn í føroysku kirkjurnar at prædika ger, at eisini tann føroyska fólkakirkjan tekur undir við eini villeiðing av fólkinum, sigur hann.

Olofson sigur, at kirkjan kann ikki liva lívið fyri fólk, men hon skal verða eitt ljós og vísa fólki rætta vegin sambært skriftunum.

- Men sum gongdin er nú, er fólkakirkjan er á veg aftur til heiðinskapin og leiðir fólk í fortapilsi, sigur Olofson.


Mugu stríðast ímóti

Petur O. K. Olofson sigur, at orsøkin til, at hann hevur skrivað bóklingin er, at tað er neyðugt at gera støðuna upp.

- Um vit liva víðari sum um einki var hent, góðtaka vit tað sum hendi á hvítusunnu. Og vit góðtaka harvið eisini eina villeiðing av kirkjufólkinum. Uppgeva vit stríðið, verða vit eisini sek í ranglæruni, sigur Olofson.

- Tað sum teir dosku bisparnir gera, við undirtøku frá bispi og 15 føroyskum prestum, er ein svikagerð ímóti Guds orði. Sjálvandi vilja teir, at vit skulu halda fram sum um einki var hent, men tað gera vit ikki.

Danski presturin, sum er búsitandi í Klaksvík, sigur, at hann hevur skrivað bóklingin, sum kallast "Bispebesøget" fyri at greiða fólki frá, hvat tað í grundini var, sum hendi á hvítusunnu, og hvat Bíblian sigur um tað.

Bóklingurin finnist í umleið 2000 eintøkum og fæst frá ymsum fólki í landinum. Hann er ikki til keyps í bókabúðunum.