Fólkaogn savnað á fløgu

Fløgan, ið sigst vera eitt nummar betri enn aðrar, kemur út í dag. Eyðun og Terji hava savnað nøkur av løgum sínum á eini savnsfløgu og mong av løgunum eru fólkaogn

 

Teir eru eitt nummar fyri seg, Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen. Teir hava sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum við sangum sum t.d. Nummar. Mangt eitt nummar úr teirra drúgva savni er vorðið fólkaogn. Samstarv teirra byrjar afturi í áttatiárunum, og ikki so lítið er komið burturúr. Í fjør kom fyrsta fløgan, har teir beinleiðis góvu út undir egnum navni. Annars er alt tilfarið breitt út á ymsum útgávum. Og óivað eru teir ikki eingang sjálvir greiðir yvir, hvat nummar henda fløgan er í røðini.

Men í dag verður bøtt um stóru spjaðingina og Eyðun og Terji leggja eina savnsfløgu fram, ið nevnist Eitt Nummar...og seytjan onnur.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at fløgan, ið verður løgd fram nú, er eitt nummar betri enn aðrar. Løgini eru vorðin fólkaogn seinastu 15 árini og hava minnir og løtur knýtt at sær. Við hesi fløgu verður stórur partur av tónleikasøgu okkara seinasta fjórðingin av farnu øld at finna á einari fløgu. Havnarmaðurin og klaksvíkingurin, ið hava skapt so nógv tónleikaliga, hava sett saman eina savnfløgu, ið ber heitið Eitt nummar....og seytjan onnur. Átjan dýrgripir á somu fløgu og við hesi fløgu gerast Eyðun og Terji eisini fólkaogn fyrsta fjórðingin av hesi øldini, siga útgevararnir í tíðindaskrivi.

Fløgan er áhugaverd og ein varði á leiðini hjá tveimum føroyskum tónleikarum, ið eiga eitt nummar frammaliga í føroyskum orða- og tónasmíði.

Áhugaverdur er húsin eisini, tí mangt stendur at lesa og teir báðir úrmælingarnir gera sær sínar hugsanir og minnast afturá við hvønn einstakan sang. Einki at ivast í, at hetta er ein rættiliga skottrygg gáva, nú tað stundar til jóla.

Útgevarin hevur eisini eitt nummar. Tað er nevniliga 3?arin í SMS, ið gevur út og fløgan kostar 159 krónur. Hon kemur á marknaðin í dag.