Fólkapensiónin verður verandi

Hóast Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, í gjár segði við Sosialin, at fólkapensiónin skal strikast, sigur hann í dag, at hon verður verandi

 

Fólkapensión


Fólkapensiónin verður verandi, til vit hava fingið eina aðra skipan, sum er nógv betri, til at loysa hana av.

Tað sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við Almanna- og Heilsumálum, í tíðindaskrivi, hann í dag hevur sent sum viðmerking til tað, hann sjálvur segði í gjár um at strika fólkapensiónina.

Fólkapensiónin fer eisini fleiri á fram í tíðina at verða álitið hjá teimum føroyingum, sum bara hava hana at líta á, sigur Sámal Petur í Grund.

Sámal Petur í Grund sigur í tíðindaskrivinum, at fólkapensiónin hevur verið til viðgerðar alt hetta valskeiðið og fer helst at verða tað í øllum førum til eftir komandi løgtingsval.

Hann sigur, at sitandi samgonga hevur hækkað pensiónirnar munandi, men at tað bara eru teir pensionistar, sum onga viðbót hava afturat fólkapensiónini, sum hava merkt nakað munagott til hesa hækking.


Tvungin skipan

Umframt fólkapensiónina hevur samgongan arbeitt við uppskoti um eina tvungna eftirlønarskipan, sigur Sámal Petur í Grund.

Ymsar grundir eru fyri hesum arbeiði, sigur landsstýrismaðurin. Ein er, at stórur partur av arbeiðsmarknaðinum hevur tryggjað sær eina arbeiðsmarknaðareftirløn, eins og eitt nú politikararnir eisini hava, sigur hann.

Ein onnur grund er samansetingin av aldursbólkunum í landinum, sum vísir, at tað gerast alsamt fleiri eldri fók í landinum. Verður einki gjørt her, fáa vit um stutta tíð stættarmun millum pensionistar, sigur Sámal Petur í Grund.


Verður verandi

Lógaruppskotið hjá Sámali Peturi í Grund fer at tryggja øllum teimum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum eina eftirløn, sum svara til 70 prosent av tí, tey vinna á arbeiðsmarknaðinum, sigur hann.

Men tað merkir ikki, at fólkapensiónin verður strikað, sigur hann, og leggur afturat, at hann vónar, at tað eisini í framtíðini veðrur pláss fyri henni á fíggjarlógini.

Fólkapensiónin skal bara skifta navn, leggur Sámal Petur í Grund, landstýrismaður, eina við.

Tað, sum um ræður er, at pensiónin hækkar, og so er líkamikið, hvussu barnið eitur, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í tíðindaskrivinum, hann sendi Sosialinum í gjár.