Í bløðunum hevur Høgni Hoydal grein, hann nevnir Fólkaræði og verjumál. Her sigur hann: ?Fólkaræði merkir, at eitt fólk fær innlit í og tekur støðu til allar týdningarmiklar avgerðir í sínum samfelagi?.
Føroya fólk fær ikki innlit
Ein sera týdningarmikil avgerð, Føroya fólk skal taka á eini komandi fólkaatkvøðu, er um fullveldisætlanin skal setast í gildi ella skal sendast har piparið grør.
Og tí skal Føroya fólk hava innlit í hesa ætlan, um avgerðin skal kunna sigast at vera grundað á fólkaræði, sambært Høgnasa egnu tulking av fólkaræði.
Spurningurin er so: Hevur Føroya fólk innlit í fullveldisætlanina? Svarið er eitt greitt nei, tí vit hava bert fingið tað innlit, landsstýrið vil geva okkum, og ikki innlit í tær ógvusligu avleiðingar, ætlanin fer at føra við sær, um hon verður sett í gildi.
Bert landsstýrisins sjónarmið
Landsstýrið hevur nýtt nógvar tíggjutals mió. skattakrónur til sína einsíðugu fullveldiskunning, meðan andstøðan ikki fær klovið oyra. Og hvat andstøðan megnar at kunna um við ongum pengum, er sera avmarkað.
Sambært løgmann fer andstøðan kanska at fáa nakað av pengum saman við øðrum áhugabólkum (ítróttarfeløgum, sjónleikarafeløgum, Hesuferð, Hinuferð??), tá ið fólkaatkvøðan skal haldast, at kunna um síni sjónarmið. Men tá hevur fullveldisætlanin longu havt eitt forspring uppá 2 ? 3 ár.
Ósamdir óttast repressaliir
Havi sjálvur roynt at fáa alment løntu serfrøðingarnar, sum hava reist land og ríki runt fyri at kunna um einsíðugu fullveldisætlan landsstýurisins at koma á fund at greiða frá avleiðingum av fullveldisætlanini. Men nei! Teir vilja bert greiða frá landsstýrisins sjónarmiðum. Havi síðan roynt aðrar alment løntar serfrøðingar, sum eg havi vitað hava hjartað á røttum staði, men hesir tora ikki, tí teir óttast repressaliir, um teir fara út og greiða frá negativu avleiðingunum.
Hetta er ?fólkaræðið?, vit kunnu vænta okkum, um fullveldisætlanin hjá Høgna Hoydal & Co gerst veruleiki.
Johan Petersen