Er tað fólkaræði, at eitt ting og ein stjórn, sum danska fólkið hevur valt, skal taka avgerðirnar um týdningarmikil mál fyri føroyingar? Ella er tað fólkaræði, at eitt einstakt føroyskt umboð, sum danska fólkið ikki hevur valt, skal taka avgerðir um týdningarmikil mál fyri danir?
Nei, fólkatingsval í Føroyum er ein staðfesting av tí demokratiska undirskotið, sum valdar millum Føroyar og Danmark. Og málið hjá Tjóðveldið er at koma burturúr hesi óvirðiligu støðu, soleiðis at fult fólkaræði er í Føroyum, og at danska tingið sjálvsagt tekur egnar fólkaræðisligar avgerðir.
Hvat ætlar Tjóðveldi so, um vit gerast tungan á vágskálini – altso gerast avgerandi fyri danskar meirilutar og minnilutar á fólkatingi?
Tað er ikki sum Edmund Joensen roynir at billa fólki inn í eini almennari viðmerking, at vit eru partur av donskum flokkum ella blokkum.
Vit hava sjálvandi gjørt greitt, at vit ikki frammanundan hava selt okkara atkvøðu og ávirkan til hvørki nakran bláan ella reyðan blokk í Danmark. Men ein avgerandi ávirkan – uttan mun til hvør stjórnin er – skal brúkast til at seta treytir, sum kunnu geva føroyingum møguleika at broyta tey óvirðiligu viðurskiftini og fremja veruligt fólkaræði, um meirilutin í Føroyum ynskir at gera tað.
Greiðar treytir
Verður Tjóðveldi avgerandi í danskum stjórnarmálum, samráðist Tjóðveldi um eina avtalu, har hesi krøv og treytir verða sett:
Rætturin hjá føroyska fólkinum at samtykkja egna stjórnarskipan uttan uppíblanding ella danskar grundlógartulkingar, skal viðurkennast.
Rætturin hjá eini føroyskari stjórn at samráðast um eina avtalu um fullveldi, búskaparliga skiftsitíð og framtíðarsamstarv á ein skipaðan hátt eftir altjóða lóg, skal viðurkennast.
Ongar avgerðir skulu takast um føroysk mál ella viðurskifti, ið hava týdning fyri Føroyar, uttan samtykt í Føroyum – á tingi og í landsstýri.
Danmark skal virkið kunna um sjálvsavgerðarætt føroyinga og virkið stuðla sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í altjóða samstarvi og stovnum (EFTA, IOC, WTO, ST-stovnum, Altjóða hvalaveiðinevndini IWC o.a.).