Hetta er eitt óskil, og hetta er eitt dømi um, at fólkaræðiliga eru vit langt og frá komin á mál enn. Seinastu árini hava vit ikki hoyrt annað, enn at vit skulu hava betri lógarsmíð. Landsfyrisitingin skuldi styrkjast. Løgtingsskrivstovan skuldi fáa eina brtri fyrisiting, og sjálvt Løgtingið skuldi fáa betri karmar at virka undir. Vit kunnu siga, at stór framstig eru gjørd, men fólkaræðiliga tilgongdin er langt og frá komin á mál enn. Sum dømi kann nevnast, at tá llógin um 1. útbjóðingarumfar var til 1. viðgerð í Tinginum, fekk Tingið bara ein dag at arbeiða við hesum stóra málið. Uppskotið varð lagt fram týsdag, og longu hósdag var 1. viðgerð. Hóast Javnaðarflokkurin bað um at fáa betri tíð at viðgera málið í, var málið til 1. viðgerð tveir dagar eftir at tað varð framlagt.
Tað sama gjørdi seg galdandi, tá uppskotið um at broyta Føroya Lívstrygging var fyri í síðstu viku. Aftur hesuferð hendi tað, at løgtingsmenn fingu bara tann eina dagin at seta seg inn í máli ella fáa neyðuga vitan til vega. Tryggingarmál eru vanliga torgreið mál, og tað eyðkendi eisini umrøðuna. Tingmenn referaðu bara til uppskotið, og nærum eingin hevði nakra sjálvstøðuga hugsan um hetta mál.
Hetta at mál verða skundað ígjøgnum hevur fyrst og fremst avleiðingar fyri føroyska samfelagið, tí lógarsmíðið verður ikki nóg gott. Tingmenn fáa ikki høvi at viðgera málini nóg væl, og nevndirnar fáa ikki tíð til tað neyðuga arbeiði, um ein lóg skal vera uttan lýti og so gagnlig sum møguligt. Men í sjálvari tilgongdin er hetta óskilið fyrst og fremst til ampa hjá andstøðuni, tí hon kennir ikki málini, og hon hevur heldur ikki nakran sakkunnleika at venda sær til. Tá uppskotini eru evnað til í aðalstýrunum, verða tey ofta løgd fyri samgongufund ella fara til flokkarnar at taka støðu til. Og hava teir nakað at fýlast á, verða tey kanska aftur send í høvdið á aðalstýrunum. V. ø. o. kenna samgongulimirnir uppskotini, men tað sama ger seg ikki galdandi fyri andstøðuna á Tingi. Tingformaðurin hevur ábyrgdina fyri løgtingsarbeiðnum, og kenna vit hann rætt, so átti tað eisini verið í samljóð við hansara politisku hugsan, at tingarbeiðið og lógartilgongdin var so fólkaræðiligt sum gjørligt at betri skil kemur í tað, sum her er funnist at. Vit vita jú, at hann hevur skorað á landsstýrið fyri at fáa lógaruppskotini fyrr fyri tingið, so ikki øll málini skulu skundast ígjøgnum í síðstu løtu.