Rói Joensen, Lærari á Argja skúla
So hevur Óli Breckmann aftur víst okkum, hvussu lágt støðið kann vera í okkara høga løgtingi. Men verður sæð burtur frá allari hunddálkanini, so var tó okkurt áhugavert at hoyra. Serliga hugskotið um eina kommunistiskt líknandi video-eftirlitisskipan ljóðar spennandi.
Óli Breckmann hevði tvær viðmerkingar um fólkaskúlan á tingfundinum mikudagin í seinastu viku. Hann gjørdi púra greitt, at hann ikki vildi játta meiri pening til ”hatta lasafarið”, sum hann kallaði fólkaskúlan. Men kortini, so vildi hann brúka nakrar milliónir upp á videoansingartól í hvørja skúlastovu í landinum. Hevði ikki væntað at hoyra hendan tankan frá Óla Breckmann, sum annars plagdi at verja persónliga frælsið. Men nú er so líkt til, at hann í góðum kommunistiskum stíli vil hava eftirlit við fólkinum.
Ræðast ikki upptøkutól
Eftir sum vit so avgjørt ikki kunnu vænta okkum fleiri pengar frá Óla Breckmann til at undirvísa fyri, ja, so haldi eg, at vit skula taka av hasum milliónunum at seta video-ansingartól upp fyri. Eitt tílíkt kervi, sum manglar í flestu fólksskúlum í Føroyum, hevði verið kærkomið og kundi eisini verið brúkt til at binda saman øll tey tøkniligu tól, nútíðin bjóðar.
Eg vænti heldur ikki, at nakar lærarar hava nakað serligt ímóti at hava upptøkutól á sær, tí vit hava einki at goyma fyri nøkrum. Hinvegin hevði tað bara verið gott, at almenningurin sá, hvussu ringar arbeiðsumstøðurnar hjá okkum tíðum eru.
Skjótt at finna syndaran
Upptøkutólini skulu sjálvandi eisini vera atkomulig á alnetinum, so foreldur altíð kunnu fylgja við, hvussu teirra børn uppføra seg í skúlanum. Tað hevði eisini lætt munandi um, tá ið onkrir trupulleikar hava verið, sum eingin hevur sæð. Tí við at hyggja upptøkurnar ígjøgnum kundu syndararnir skjótt verið funnir. Ja, henda eftirlitisskipanin í besta Sovjet-kommunistiska stíli hevði verið ein sannur fongur fyri allar partar.
Tingið sum fyrimynd
Óli Breckmann nevndi eisini, at tingfólk altíð hava myndatól á sær, og skal tað brúkast sum fyrimynd til ansingarskipanina av fólkaskúlanum, ja, so er so avgjørt einki at ræðast. Vit síggja øll, at tingsalurin nærum altíð er tómur, og tingformaðurin má rópa menn og kvinnur inn at atkvøða. Tingmenn tosa eisini fartelefon í tí og ótíð og sita og gera meira og minni tápuligar viðmerkingar. Ja, tað er so galið í tinginum, at næmingarnir úr einum flokki á Argja skúla øtaðust um skilið í tinginum, tá ið tey vóru har og fylgdu einum tingfundi.
Kann gerast dýrt
Tann stóri trupulleikin kann kortini gerast, at hetta helst fer at kosta meira enn nakrar fár milliónir. Eini 1000 upptøkutól skulu til fyri at dekka øll hølini í fólkaskúlanum, og tey skulu øll savnast í eitt eftirlitisrúm í mentamálaráðnum, og har sum í minsta lagi 30-40 fólk skulu hava efirlit við fólkaskúlanum. Hetta kann skjótt gerast ein dýr søga. Tí er tað lítið sannlíkt, at ein slík frammkomin video-ansingarskipan verður til nakað, og nakað heilt annað er eisini, at pengarnir kundu verið brúktir skilabetri upp á so nógv annað fólkaskúlanum at frama.
Jógvan á Lakjuni má svara fyri seg
Óli Breckmann hevði eisini eitt sera álvarsligt álop á fakfelag okkara, Føroya Lærarafelag, sum hann kallaði ”ein vissur partur av fjórðu división”. Hetta er eitt sera álvarsligt álop á okkum lærarar, og ein skuldi trú, at tað varð átalað beinanvegin. Men í okkara høga tingi er tíverri vanligt at spilla hvønn annan út, so tað fór nærum ótalað aftur við borðinum.
Ein slík niðurgerðing av okkum lærarum kann sjálvandi ikki standa ósvarað. Og kravið til okkara arbeiðsgevara, mentamálaráðharran Jógvan á Lakjuni, má vera, at hann tekur frástøðu frá niðurgerðingini hjá Óla Breckmann. Tí eingin arbeiðsgevari kann liva við at hava fólk undir sær, sum eru ”ein vissir partur av 4. división”.
Er Jógvan á Lakjuni hinvegin samdur við partamanninum Óla Breckmann, so eigur hann sjálvandi at senda allar lærarar í føroyska fólkaskúlanum til hús og finna betur egnað fólk.