Heidi Petersen, løgtingskvinna
PISA kanningin fekk landsstýrismannin í mentamálum at seta arbeiðsbólk at viðgera og koma við tilmæli um hvørji tiltøk eru neyðug at seta í verk beinan vegin, skulu vit gera okkum vónir um at fáa betur úrslit næstu ferð okkara fólkaskúlanæmingar skulu luttaka í eini altjóða kanning av førleikanum hjá næmingunum í føroyska fólkaskúlanum.
Men í fyriliggjandi fíggjarlógaruppskotið dugi eg ikki at fáa eyga á at landsstýrismaðurin hevur lagt upp fyri neyðugum átøkum. 8 mió. kr. meira til fólkaskúlan, sum fara til lønarhækkingar og læraratímar sum skulu leggjast afturat, tí leiðslurnar nú skulu nýta meira tí uppá leiðslu og minni tíð at undirvísa.
Dugi ikki at finna nakað økið í fólkaskúlanum, sum hevur við næmingarnar at gera, sum veruliga kemur styrkt út á hesi fíggjarlógini. Ongi innsatsøki, ongin uppraðfesting og ongin ábending um at man í nærmast framtíð veruliga ætlar at gera nakra munagóða broyting.
Havi sjálv mælt til at man styrkir eftirútbúgvingina av lærarum. Eitt er at man ætlar at umskipa útbúgvingina soleiðis at hon í framtíðini kemur at vera ein batcholor útbúgving, men tað verður eisini neyðugt at geva verandi lærarum høvi at endurnýggja sína útbúgving, so hon eisini gerst á nóg høgum støðið.
Eitt annað økið eg havi mælt til verður styrkt er serundirvísingin. Á fíggjarlógini síggi eg eina øking í játtanin uppá góðar 3 mió. kr. og tað haldi eg vera positivt. 1,5 mió. kr. til virksemi í fólkaskúlanum, men um hetta bert eru til praktiskar stuðlar í fólkaskúlanum, so bøtir tað ikki um serundirvísingina? 1,8 mió. kr. til tænastueindir kring landið er eisini ein bati, men tað tykist ikki sum hetta eru nógvir pengar um teir skulu býtast sundur til tríggjar tænastueindir í Føroyum, eina í Eysturoy sum er farin í gongd, eina í Suðuroy og eina í Suðurstreymoy sum skulu í gongd komandi ár. Verður hesin peningur veruliga nóg mikil at reka tríggjar sernámsfrøðiligar tænastueindir við? Loyvi mær at ivast.
Tíðin búgvin at byrja við forskúla.
Eisini mælti eg til at styrkja fakliga førleikan í fólkaskúlanum, men hetta gerst bara við at játta fleiri undirvísingartímar til næmingarnar ella at leingja um skúlagongdina hjá næmingunum, við eitt nú at lata børnini fara eitt á fyrr í skúla. Í øllum londunum vit samanbera okkum við fakliga, fara børnini í skúla 5 ella 6 ára gomul. Harafturat hava tey upp til dupult so nógvar tímar í móðurmálsundirvísing sum vit hava her heima, okkara næmingar hava 7 tímar/viku og grannabørnini hava 12 tímar/viku. Hvussu kunnu vit seta somu krøv til hvat fæst burturúr skúlagongdini tá tað vit investera í hana bara er á leið helvtin av tí onnur lond investera?
Við í kjakið eigur eisini spurningur um 10. skúlaár at vera tikin. Hvat skulu vit nýta hetta skúlaárið til, kundi tað verið nýtt betur og hvussu gerst hetta árið veruliga ein sambinding við miðnámsútbúgvingarnar? Eftir mínum tykki eigur spurningurin at vera endavendur saman við orðaskifti um hvussu vit skulu skipa okkara miðnámsútbúgvingar í framtíðini. Eri sannførd um at vit í Føroyum muga tora at gera okkara egnu skipan burturúr tí besta sum er í londunum rundanum okkum, har vit byrja við einum støðisárið, sum er á leið eins fyri allar næmingar sum vilja taka eina miðnámsútbúgving.
Samanumtikið hevur sitandi samgonga sambært fíggjarlógaruppskotinum ikki á nakran hátt ásanna at neyðugt verður at gera munandi raðfestingar inna føroyska fólkaskúlan komandi ár, hetta haldi eg vera stórt spell, tí tað er har framtíðin liggur og 2015 nærkast.
Gransking
Lesa vit fíggjarlógina og leita eftir tí satsing uppá framtíðina samgongan sigur seg vera garantur fyri, er lítið fyri ikki at siga onki sum undirbyggir hesa útsøgn. Føroyar sum heimsins fremsta tjóð 2015 kemur ikki av sær sjálvum. 2015 kemur av sær sjálvum, men skulu vit lyfta tjóðina uppá eitt hægri vitanarstøði, gera okkum minni heft av rávøru vinnuni og klára okkum í altjóða kappingini við vælútbúnari arbeiðsmegi, muga stórar íløgur gerast í hetta arbeiði nú.
Sær breiða samgongan ikki hvussu neyðugt tað er at satsa uppá granskingina, hevur hon ongan kjans at náa málinum.
Eg sakni at í fíggjarlógaruppskotinum eru raðfest nøkur granskingarøki sum kunnu vera við at lyfta uppgávuna Føroyar sum heimsins fremsta tjóð 2015. Ístaðin fyri at nýta pening uppá betong og bygningar, átti peningur at verði nýttur til beinleiðis vinnugransking og ígongdsetan. Fyrr enn samgongan sær týdningin av hesum, kemur føroyska tjóðin ikki at verða heimsins fremsta um 9 ár.
Mentan
Samanumtikið kann sigast at tey stóru mentunarligu átøkini ikki síggjast aftur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007. Haldi landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ikki orku til tey stóru mentunarligu frambrotini, nú hann eisini umsitur onnur stór og tíðarkrevjandi málsøki.
Fegnist tó um at musikkskúlin eftir uppskoti Tjóðveldisfloksins frá í fjørð, nú eisini fær rúmari karm á hesi fíggjarlógini og at virksemi tí kann halda fram á sama støði sum vit fingu tað uppá seinast.
Tó er eitt mentunarøki eg haldi landsstýrismaðurin eigur rós uppiborið fyri at hava satsa uppá og tað er fyri at Tjóðpallur Føroya fær eina økta játta uppá heili 30 %, upp til 3.2 mió. kr., verður hetta gongdin kunnu vit fegnast um at longu um 4 til 5 ár hava vit nátt eitt rímiligt støði uppá einar 10 mió. kr. til tann føroyska leikpallin, og tað hevði verið eitt støði vit ikki høvdu fyri neyðini at skammast av.