Hon spyr m.a., hvørji hesi "vit" eru, sum Sjúrður skrivar um. Hon skrivar ikki sørt niðurlátandi: "Hvørji eru vit? Eru tað tey, sum tú ert samsintur við? Er tað innara kjarnin í Tjóðveldisflokkinum, tey, sum seta út í kortið?"
Til tað kann eg svara, at Sjúrður er ein vanligur limur í Tjóðveldisflokkinum, sum skrivar eina oddagrein um frískúlar fyri eitt blað, sum er eitt fullveldisblað og ikki eitt blað hjá Tjóðveldisflokkinum.
Á Fregnum starvast mær vitandi, fólkafloksfólk, javnaðarfólk og tjóðveldisfólk, hesi hava eitt felags áhugamál, og tað er fullveldi.
Tað er alt í lagi, at forkvinnan fyri Lærarafelagið gevur eini oddagrein, sum henni í Fregnum, svar uppá tiltalu. Men tað harmar meg, at Tjóðveldisflokkurin verður blandaður uppí.
Um Else Birgitte Petersen er áhuga í at vita, hvat Tjóðveldisflokkurin sum flokkur sigur um frískúlar ? eisini sæð í mun til fólkaskúlan, so varð tað m.a. ført fram í framsøgurøðu mínari, sum eg helt vegna Tjóðveldisflokkin á tingi týsdagin, tá ið frískúlar vóru fyri.
Niðanfyri er nakað av tí, sum undirritaða førdi fram vegna flokkin á tingið.
Skotgrøvir
Tá tosið fellur inn á frískúlar, hevur tað í longri tíð verið ein viðgerð, sum er merkt av skotgrovum, har annar liggur í eini grøv og heldur uppá, at neyðugt er við frískúlum so vit fáa kapping. Meðan hin grøvin roynir at halda aftur, og sigur seg verða ímóti, at tað almenna skal rinda fyri snobbarnar, sum vilja marka seg við at ganga á privatskúla. Og við, at vit heldur eiga at betra fólkaskúlan enn loyva frískúlum.
Men so einfalt er hetta kortini ikki.
Innihaldið í einum frískúla
Fyri tað fyrsta fært tú ikki ein varandi frískúla bara tí tú ert ímóti fólkaskúlanum, tað eigur hinvegin at verða eitt námsfrøðiligt og fakligt alternativ til fólkaskúlan. Har skúlin t.d. leggur dent á
?ikki at hava undirvísingina býtta í lærugreinir,
?har skúladagurin ikki er býttur í tímar,
?har flokkarnir ikki eru býttir eftir aldrinum á næmingunum,
?onkur vil kanska hava ein frískúla við heilt øðrum lærugreinum enn teimum, sum eru í fólkaskúlanum,
?ella at lærugreinirnar koma á øðrum aldursstigi enn í fólkaskúlanum,
?og har innihaldið er heilt øðrvísi enn í fólkaskúlanum.
Ikki ein spurningur um antin ella men um bæði
Til grundgevingina um, at vit heldur eiga at betra fólkaskúlan enn loyva frískúlum, vil eg siga, at hatta er ikki ein spurningur um antin ella, men ein spurningur um bæði. Og so kann nevnast, at hendan samgongan hevur lagt til brots við tí røttu mannagongdini. Fólkaskúlin er raðfestur hægri enn nakrantíð, og sleppur hendan leiðin at halda fram eftir 30. apríl, sum hendan samgongan hevur slóðað fyri, so eru vit á rættari kós.
Um nakar skuldi ivast so er játtanin til fólkaskúlan økt við 56 milliónum og tað man verða prosentvíst størsta hækkanin, sum nakrantíð er givin.
Fólkaskúlanum tørvar ábøtur
Men tað er framvegis stórar ábøtur fyri neyðuni, t.d. at lata upp fyri lægri næmingatalið í flokkunum, at betra umstøðurnar hjá fólkið við breki, at bøta um undirvísingartilfarið osfr osfr.
Marknasteinar í skúlasøguni
AT loyva frískúlum í Føroyum er at flyta mørk. Og í skúlasøgu Føroya er við jøvnum millumbilum flutt mørk: einaferð var skúlin fyri dreingir, einaferð var føroyskt ikki loyvt, einaferð var realskúlin osfr osfr Hetta vísir, at sum tíðir líða so seta tær dynamisku bylgjurnar innaní okkum menniskju nýggj krøv. Ongin mannaskapt skipan sleppur at verða ævigt galdandi, har vilja altíð fyri summi verða karmar, sum tykjast ov trongir. Meðan hesir somu karmar fyri onnur vilja verða einasti realistiskt hugsandi møguleiki.
Soleiðis er eisini við fólkaskúlanum. Fólkaskúlin, sum er fyri øll, er ein góður skúli. Tá hugsað verður um allar aktørarnar sum eru innvolveraðar í føroyska fólkaskúlanum: næmingar, lærarar, leiðslur, foreldur, skúlastýri, mentamálastýri, politikarar og føroya Lærarafelag, íalt fleiri 1000 fólk. So haldi eg, at vit kunnu ikki annað enn vera fegin um, at úrslitið er so gott sum tað er. Men, at har krevjast ábøtur ivist eg onga løtu í, og tað vilja tað altíð koma at gera.
Rímiligur tørvur
Sjálvsagt skal tað verða ein rímiligur tørvur á einum frískúla, áðrenn tað almenna fer at loyva skúlanum, og áðrenn tað almenna fer inn við fígging. Men hvat er so ein rímiligur tørvur?
Vit vita, at allir fólkaskúlar í Havnini eru mannaðir við flokkum har 24-26 næmingar sita. Skulu vit nú til at mannað frískúlaflokkar, har næmingatalið er ein helvt av tí, sum vit krevja í fólkaskúlanum, so vil næmingatalið í sær sjálvum verða eggjandi og tiltrekkjandi fyri bæði næmingar, foreldur og lærarar.
Tað er altso ikki tað sama at ganga í einum ella undirvísa einum skúlaflokki við 12-14 næmingum, sum tað er at ganga í ella undirvísa einum flokki við 24-26 næmingum. Um ein frískúlalóg verður viðtikin, mugu vit ansa eftir at lága næmingatalið ikki er drívmegin aftanfyri 85% alment fíggjaða frískúlan, men burturav fakliga innihaldið ella námsfrøðiliga mannagongdin.
Álitið leggur upp til, at "ein frískúli við rætti til studning skal hava minst 12 næmingar fyrsta árið, og at næmingatali eftir 3 árum skal verða komið upp á minst 28 næmingar". Men hvussu nógvir lærarar eru knýttir at hesum næmingatalið síggi eg ongastaðni, men man tað tó verða avgerandi fyri kostnaðin av at reka ein slíkan skúla. Roknað um til fólkaskúlakrøv minus foreldragjaldið, so vildi eg skotið eitt tal uppá 1_ lærara.
Hvat leggur ein frískúli dent á
Í einum frískúla verður størri dentur lagdur á ávís øki ella ávísar lærugreinir, enn tað verður í fólkaskúlanum, t.d. vil ein frískúli upplagt leggja dent á handaligar lærugreinir, teldutøkni, fremmand mál, list, tónleik, umhvørvi o.l.
Hvussu næmingar skulu verða í einum flokki
Men táið tað er sagt, so eigur kravda næmingatalið til frískúlan altso at verða á leið tað sama, sum kravda næmingatalið til ein fólkaskúla.
Nú sigur onkur kanska, at longu har køvi eg allar møguleikar fyri frískúlum, men um so er, so eiga vit eisini at hugsa um avleiðingarnar av at krevja, at næmingatalið við ársbyrjan í einum fólkaskúla -skal í mesta lagi verða 24.
Og leggjast so næmingar afturat gjøgnum árið, so endar tað talið ofta uppi á eini 28 næmingum. Og tað í sær sjálvum køvir námsfrøðiligum og fakligum møguleikum í fólkaskúlanum.
Kann verða at kravda næmingatalið til ein frískúla eigur at verða nakað lægri enn til ein fólkaskúla, sum kompensatión fyri, at foreldrini rinda sín part. Men munurin sum nú fyriliggur í uppskoti haldi eg er í størra lagi, og sum ger, at fólkaskúlin verður fyri mismuni, - og tað kann ikki verða meiningin.
Harafturat eigur at verða undirstrika tann týdning tað hevur at fáa broytt fólkaskúlalógina aftur soleiðis, at gingið verður burtur frá møguleikanum at loyva fleiri enn 24 næmingum í ein flokk.
Meira um frískúlar kemur í eini seinni grein.