Fólkaskúlin spara fimm millióni

Umfatandi tiltøk skulu nú setast í verk fyri at rationalisera fólkaskúlan við fimm milliónum krónum.

Tað upplýsir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum fyri løgtingsis fíggjarnevnd, nú fíggjarlógin fyri 2010 er til viðgerðar.

Fær hon ikki undirtøku fyri hesum broytingum, verður neyðugt at lækka tímatalið í skúlanum samsvarandi.


Betri rakstur

Høvuðsendamálið við ætlaðu tiltøkunum er at leggja skúlar saman fyri at rationalisera raksturin.

Í tí sambandi ætlar hon at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka reglurnar, sum siga, at áðrenn talan kann verða um at niðurleggja skúlan í eini bygd, skal fólkaatkvøða vera í bygdini um tað.

Hon ætlar eisini at sleppa at avtaka reglurnar um, at flokkar ikki kunnu umskipast, eftir at næmingarnir eru býttir í flokkar.

Harumframt ætlar hon at fáa heilmild til at fara undir samráðingar við lokalar

skúlamyndugleikarnar við tí endamáli at skipa skúlasambond, sum skulu samsvara við talið á kommununum, eftir at ætlaða samanleggingin er fram, so at ein kommuna verður eitt skúlasamband.

Men eydnast ikki at finna semju í seinasta lagi 1. januar í 2012, vil hon hava heimild til at skera ígjøgjum og skipa skúlasambondini sjálv.

Og at enda vil Helena Dam á Neystabø hava heimild til at skipa læraratalið í hvørjum skúlsambandi ella skúla eftir næmingatalinum.


Fullnýta raksturin

Hon sigur, at hetta fer at skapa møguleiki at fullnýta bæði kommunala raksturin og landsjáttina til fólkaskúlan, soleiðis at umstøður vera til at menna tvílæraraskipanina, veita lærarum eina munagóða og skipaða eftirútbúgving, seta fleiri NSR tænastur á stovn, umframt at skipa eftirskúla og ymisk royndar- og menningarvirksemi.