Fólkaskúlin tørvar 25 mió. krónur

Hóast játtanin til fólkaskúlan verður væl størri komandi ár í mun til í ár, er langt frá nóg mikið til tær nógvu átrokandi uppgávurnar, sum liggja á láni

 

FÓLKASKÚLIN

 

Í uppskotinum til fíggjarlóg komandi ár fær fólkaskúlin 12,1 mió. krónur í meirjáttan í mun til í ár umframt 2,1 mió. krónur til sernámsfrøðiligt virksemi. Afturat kemur eisini lønarhækkingin. Hetta er størsta økingin í játtanini til fólkaskúlan í nógv ár, kanska nakrantíð og upphæddin í sjálvum sær kann tykjast sum nógvir pengar. Men hyggja vit at upplegginum til fíggjarlógina, sum Mentamálastýrið hevur gjørt og sum Sosialurin hevur fingið innlit í, tørvar fólkaskúlin 25 mió. krónur til átrokandi uppgávur. Uppgávur, ið allar hava við fólkaskúlan at gera so ella so. Har verður sagt, at fólkaskúlin er so illa fyri fíggjarliga, at talan er um, at fólkaskúlarnir ikki hava fíggjarligar karmar fyri at røkka lógarásetta tímatalinum. Hetta er sera óheppið og tí má játtanin økjast við 9 mió. krónur bert til hetta endamálið.

 

Sáttmálin, ið varð gjørdur í fjør millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, ásetti umframt lønarhækkingar, eisini avtalu um virksemisøking. Henda øking snýr seg um ráðlegging, skúlabókasavn, leiðslu, KT-vørðar og annað. Hesar bindingar kosta 6 mió. krónur, sum eru neyðugar, skal Mentamálastýrið liva upp til sáttmálan.

 

Økta næmingatalið komandi ár, sum er mett at verða umleið 100, kostar 1,3 mió. krónur, og økta eftirlønin til sáttmálasettar lærarar kostar 1 mió. krónur meiri næsta ár.

 

Nýggja fólkaskúlalógin loyvir kommunum at seta á stovn forskúlaflokkar. Nakrar kommunur ynskja at seta slíkar á stovn komandi ár og til tað endamálið er neyðugt við eini játtan á 1,5 mió. krónur. Til skeið í føroyskum til lærarar við donskum læraraprógvi er neyðugt við 0,8 mió. krónur. Hetta skeiðið hevur verið útsett í nógv ár, tí játtanin til fólkaskúlan hevur verið so tepur.

 

Umframt tørvar Skúlabókagrunninum og útgávan av barnabókum slaka mió. krónur næsta ár.

 

 

 

Sernámsfrøðiligt virksemi

 

Sum næmingatalið økist í fólkaskúlanum, økist eisini kravið til sernámsfrøðiligt virksemi. Nógvir næmingar hava tørv á serligum stuðli í fólkaskúlanum. Til hetta skúlaárið søkti Sernámsdepilin vegna allar skúlarnir eftir játtan til 2500 tímar, men fekk slakan helmingin játtaðan. Sum skilst hevur sernámsfrøðiligt virksemi altíð havt alt ov trong kor. Næmingar, sum hava serligan tørv, fáa ofta alt ov avmarkað tilboð, sum í nógvum førum als ikki er nøktandi, og nógv dømi eru um, at næmingar, sum fyrr hava fingið og framvegis hava ein serligan tørv, ongan stuðul fáa í skúlatíðini. Mentamálastýrið metir í upplegginum, at skal hendan tænastan verða innan fyri lágmark, er neyðugt at økja hana við 5 mió. krónur.

 

Nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram síggja vit, at henda játtanin verður 2,1 mió. krónur størri komandi ár í mun til í ár. Henda upphæddin røkkur til 150-200 tímar afturat teimum 1200, sum verða veittir í ár, altso er langt frá á mál um enn ein bati er.

 

 

 

Støðið bøtast

 

Uppleggið frá Mentamálastýrinum til fíggjarlógina sigur okkum so mikið, at fólkaskúlin og virkisøki, ið varða av fólkaskúlanum, tørvar 25 mió. krónur komandi ár í meirjáttan. Sambært uppskotinum til fíggjarlóg komandi ár fara umframt lønarhækkingin 14,2 mió. krónur til fólkaskúlan og sernámsfrøðiligt virksemi. Onnur smærri øki fáa eina lítla øking í játtanini. Av øktu meirjáttanini bert til fólkaskúlan fara 6-7 mió. krónur til útreiðslur sum eftirløn, starvsaldurbroytingar, meirútreiðslur sambært semjuni og hægri næmingatal. Restin verður til at hækka støðið við í mun til í ár.

 

- Tað merkir, at skúlarnir fáa størri rásarúm, teir fáa fleiri tímar og eftirútbúgvingin verður sett í verk aftur og somuleiðis menningarætlanin, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálastýrinum.

 

- Ein møguleiki er, at miðfyrraða serundirvísingin fær betri kor, har skúlin sjálvur ger av, hvat eigur at verða gjørt. Siga vit, at skúlar við 500 næmingum fáa 11 prosent av næmingatalinum til miðfyrraða undirvísing, er talan um 55 tímar, sum skúlin kann brúka til at gera gott við har tørvur er, sigur Olaus Jespersen, stjóri á fólkaskúladeildini í Mentamálastýrinum.

 

Annað virksemi so sum eftirútbúgving og royndar- og menningarvirksemi hevur verið fyri stórum niðurskurði, í heyst heilt dottin burtur og hevur í grundini fíggjað økta tímatalið til skúlarnar í ár. Umleið 1400 tímar verða á hvørjum ári latnir til hesi endamál. Í heyst hevur talið verið 802 og minkingin svarar til økta tímatalið til skúlarnar, sum í høvuðsheitum verður brúkt til ráðlegging og tímar til leiðslu og annan niðurskurð. Eftirútbúgvingin kostar á hvørjum ári uml. 5 mió. krónur. Til samanberingar kunnu vit nevna, at fíggjarligu útrokningarnar, sum vórðu gjørdar áðrenn nýggja fólkaskúlalógin varð sett í gildi, søgdu, at eftirútbúgvingin skuldi økjast við 1,8 mió. krónum um árið.