Ein hending nú ein morgunin fekk meg at hugsa um, hvussu fólkalig í grundini fólk flest eru. Og tey mest fólkaligu eru tey blaðungu fólkini.
Henda morgunin fór eg sum so mangan við bussinum, og sum altíð var bussurin kjokkandi fullur av fólki. Einki at siga til tað, tí tað er bara gott, at ókeypis bussleiðin verður brúkt.
Tá ið eg troki meg aftur gjøgnum bussin, reisir ein skúlagenta seg og bjóðar mær sín stól. Hetta gjørdi hon ikki, tí hon skuldi úr bussinum.
- Halló, heldur hon meg vera so gamla, at eg ikki orki at standa? Hetta var mín fyrsti tanki.
Men tankin vardi bara eina stutta løtu, tí so hugsaði eg, at tað var vakurt gjørt av gentuni, sum als ikki kendi meg. So eg smílti, takkaði fyri og setti meg.
Ein so ung genta heldur helst, at fólk eru gomul, tá ið tey eru farin um tey fjøruti.
Hendingin fekk meg eisini at hugsa um, hvussu ofta eg møti fryntligum og blídligum fólkum, nógv oftari enn gronutum.
Tá ið gler ikki er á vegnum, ikki stormur og oysregn, plagi eg at fara ein longri gongutúr sunnumorgun við hundinum. So at siga øll fólkini, eg møti á hesum gongutúrum, heilsa og siga góðan morgun. Summi steðga at práta um veður og vind, sjálvt um vit ikki kennast. Tey ungu fólki, sum eg hitti á hesum morguntúrinum, biðja eisini góðan morgun.
Munnu tað ikki vera barnagarðarnir og skúlarnir, sum hava ment henda partin av fólkaskikkinum?
Børnini í bussskúlinum um morginin siga eisini góðan morgun.
Í klædnahandlunum eru krambakvinnurnar blíðar og koma beinanvegin rennandi við einum smíli og spyrja, um tær kunnu hjálpa tær við nøkrum.
Tey ungu fólkini við kassarnar í stóru matvøruhandlunum smíla, og tá eg havi fingið vøruna og goldið fyri hana, kemur heilsanin: Hav ein góðan dag, gott vikuskifti, gleðilig jól, alt eftirnær tað er á degnum og árinum.
Her er hend ein stór broyting. Antin hava handilseigararnir álagt sínum starvsfólkum at vera blíð, ella hava tey ungu fólkini bara fingið tað í blóðið.
Hervið havi eg víst aftur, at handilsfólk og onnur ikki duga fólkaskikk. Á hesum økinum standa føroyingar ikki aftan fyri onnur fólk.