Fólkatalið heldur fram at falla

Skeiva gongdin í fólkatalinum heldur fram og seinastu 12 mánaðirnar var nettofráflytingin 374 fólk.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni

Uppgeðin vísir, at tann 1. august 2012 var var fólkatralið í Føroyum 48.521 og tað eru 187 fólk færri enn 1. august 2011. ?

Í hesum tólvmánaða skeiði vórðu 582 børn fødd og 395 fólk doyðu.

Burðaravlopið var sostatt 187 og tað eru 71 minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði. Samstundis fluttu 1.680 fólk av landinum og 1.306 fluttu til Føroyar og tað gevur eina nettoflyting av landinum á 374 fólk.

Tað eru trý færri enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði.

Síðstu árini er burðaravlopið, sum er avlopið ímillum fødd og deyð, minkað javnt og samt.

So seint sum í 2004 var tað 334, men nú er tað komið niður um 200 og tað er eitt stórt fall upp á so stutta

tíð.

Orsøkin er ikki, at føðitíttleikin hjá einstøku kvinnunum í burðarførðum aldri er minkaður so nógv, tí hann er enn ein tann hægsti í Europa.

Orsøkin er, at tað eru so nógv færri kvinnur í burðarførum aldri eftir í Føroyum, tær eru nú eru blivnar ov fáar til at kunna halda føðitalinum uppi.

Fólkatalið minkar, tí fráflytingin er størri enn burðaravlopið. ?

Við áhaldandi nettofráflyting, sum er munandi størri enn burðaravlopið, tykist tann skeiva gongdin í fólkatalinum at halda fram.

Tá hetta stendur við í fleiri ár, sum vit nú hava sæð, koma vit inn í eina ónda ringrás, har fráflytingin tekur so nógv burtur av ungu ættarliðunum, at tilgongdin av børnum og ungum verður støðugt minni.

Eitt er, at tað minkar um fólkatalið, men annað er, at tað skeiklar aldurssamansetingina millum ung og eldri.?

Hvussu emndaliga úrslitið verður í 2012, ber ikki til at siga enn, tí tann alstóri parturin av fráflytingini fer fram eftir summarfrítíðina, tá ungdómurin fer av landinum í stórum tali. Hetta er sama mynstrið ár eftir ár.

Tølini fyri august verða ikki greið fyrr enn við næstu uppgerð, ið verður kunngjørd mitt í november.?

Annars er stórur munur á, hvussu støðan er í teimum ymsu kommununum.

Fólkatalið minkaði í 19 kommunum, vaks í 8 og var óbroytt í 3 kommunum. ?

Størsti vøksturin var í Klaksvíkar og Tvøroyrar kommunum. Hetta kemst av stórari tilflyting.? Størsta minkingin í fólkatalinum var í Sunda-, Eystur-, Fuglafjarðar-, Sørvágs-, Nes- og Sands- kommunum, og her er tað serliga tann stóra nettofráflytingin, ið ger munin.

Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsa-, Sands-, Hovs-, Skálavíkar- og Sunda kommunum.?

Tað er eisini stórur munur á kommununum í burðaravlopi og flyting.

Eitt nú er burðaravlopið bara fimm í Klaksvíkar kommunu men tað er 108 í Tórshavnar kommunu.

Hinvegin er tilflyting á 20 til Klaksvíkar og fráflyting á 127 úr Tórshavn.