Vit nærkast 50.000 fólkum. 01. august í ár vórðu vit 49.755 fólk í Føroyum. Tað er ein vøkstur á 618 fólk síðan 01. august í fjør.
Tað upplýsir Hagstovan á heimasíðu sínari.
Tað er fyrst og fremst munurin á til- og fráflyting og eitt burðaravlop á 258, ið ger, at fólkatalið veksur.
Tað eru konufólkini, sum eiga størra partin av fólkavøktrinum. Tað er fyrst og fremst í tilflytingini har vøksturin sæst. Tað eru 48 fleiri kvinnur fluttar heim enn mannfólk. Eisini eru færri kvinnur enn menn farnar við deyða, men hinvegin sæst, at 13 fleiri dreingir enn gentur eru føddir.
Tað eru færri fólk, ið flyta av landinum í t.d. lestrarørindum enn fyrr. Tað hevur við sær ein vøkstur í fólkatalinum. Tó verður væntandi ein minking aftur komandi tíðina, nú tey, sum fara av landinum í lestrarørindum fara avstað. Tí verður væntað við næstu uppgerð, at fólktalið er minkað aftur við eini 200 fólkum.
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum - uttan í Svínoy, har fólkatalið veksur við einum triðingi. Í stóru oyggjunum er munandi fólkavøkstur, uttan í Sandoy og í Suðuroy, har tað er minkandi.
Størsti vøkstur sæst í Tórshavn og í Vágum. Í Tórshavnar kommunu er fólkatalið vaksið við 436 fólkum seinasta árið og í Vágm er tað tilsamans við 63 fólkum. Tá eru báðar kommunur í Vágum tiknar við.
Størsta minking sæst á Tvøroyri og á Sandi, har fólkatalið er minkað við ávikavist 15 og 13 fólkum.