Fólkatalið veksur men Føroyar minka

Nú samfelagskakan fyri næsta ár skal býtast, fer Sjálvstýrisflokkurin at gera bygdamenning til eitt hjartamál

Fíggjarlógin fyri 2007
 

- Verður útjaðarin í Føroyum avtoftaður, missa vit ótrúliga nógv.
Nú fíggjarlógin fyri komandi ár kemur til viðgerðar, ætlar Sjálvstýrisflokkurin at gera útjaðaran til eitt høvuðsmál.
- Hóast fólkatalið veksur, minka Føroyar. Tað haldi eg, er ótrúliga álvarsamt, tí við hesi gongdini, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn fleiri útoyggjar eru avtoftaðar, staðfestir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.
- Og tá eru vit vorðin nógv fátækari, leggur hann afturat.
Tì vil hann hava útjaðaran á breddan, nú raðfestingarnar á fíggjarlógini fyri 2007 skulu gerast.
- Hann heldur, at vit eiga at taka Útoyggjafelagið til eftirtektar, so at vit antin seta nóg mikið av peningi av til at skapa verulig livilíkindi á útoyggj, ella eiga vit at geva fólkinum virðiligar, fíggjarligar møguleikar til at flyta inn á meginøkið.
Sjálvur ivast Kári P. Højgaard ikki í, hvat er tað rætta.
- Tann dagin, vit fara at flyta fólk av burtur av útoyggj, bara tí at vit ikki vilja geva teimum umstøður at búleikast í útjaðaranum, eru vit fátøk sum tjóð.
Kári P. Højgaard vónar tískil, at vit fáa sett nóg mikið av pengum av, til at at gera tað liviligt hjá teimum, sum vilja búgva í útoyggj.
Hann er sannførdur um, at ein fortreyt fyri at fáa fólk at støðast í útoyggj, er at freista tey við ymsum fíggjarligum fyrimunum.
- Tí heldur hann, at tað er rætt at lata fólkið í útoyggj frádrátt í skatti og kanska eisini aðrar, fíggjarligar fyrimunir, fyri at búleikast á útoyggj.
Hann heldur, at tað er einasti máti at yvirliva í útjaðaranum og hann vísir á, at tað verður gjørt í Noregi.
- Men tað er eisini ein spurningur um sjálvsvirðing, tí tað kann verða, at summi halda tað vera mannminkandi at tey skulu fáa serligar sømdir. Tí eiga øll tiltøk at verða gjørd í samráð við fólkið í útoyggj.
 
Skal koma teimum veikaru til hjálpar
Kári P. Højgaard er ikki samdur við tí skattalætta, sum samgongan ætlar at geva næsta ár.
- Hann eigur at umskipast so at hann kemur teimum veikaru til góðar.
Í hesum sambandi vísir hann á, at skattalættin svarar áleið til tað sama, sum landskassin fær inn í oljuavgjaldi um árið.
Tí mælir sjálvstýrisflokkurin til, at skattalættin verður sleptur, so at oljuavgjaldið kann verða avtikið ístaðin.
-  Tað hevði komið teimum lágløntu serstakliga væl við, heldur hann.
Men hann heldur, at ein annar møguleiki er at brúka pening til at hækka pensjónirnar, samstundis sum at pensjónir og samhaldsfasti eiga at verða skattafrí.
Kári P.Højgaard vónar annars, at skúli og mentan verða raðfest frammaliga. Í hesum sambandi heldur hann, at vit eiga at skipa nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum og har er løgfrøði ein møguleiki.
Hann heldur eisini, at tað er alneyðugt at raðfesta útbyggingar í, hvat er alneyðugt, hvat eigur at verða gjørt og hvat kann bíða.
- Eg haldi avgjørt, at tað er ósømiligt, at nólsoyingar hava so ótíðarhóskandi ferðasamband og tí haldi eg, at vit eiga ikki at drála við at byggja nýggja Ritu.
Annars heldur hann, at tað virksemið er so nógv í løtuni, at vit eiga at ansa sera væl eftir at seta fleiri almenn arbeiði ígongd.
- Hjólini mala í so skjótt og tað førir til hægri prísir. Men tað merkir eisini, at vit lítið fyri pengarnar og tí eiga vit at raðfesta almennar útbyggingar lægri og heldur hugsa um at fá onnur viðurskifti í rættlag, sum hava við eldrarøkt, heilsuverk og annað, at gera.
Annars heldur Kári P.Højgaard, at fíggjarlógin eigur avgjørt at geva avlop og at avlopið skal brúkast at betala skuld við.