Fólkatingsmaðurin Edmund Joensen heldur, at føroysku umboðini á Fólkatingi skuldu verið við í skrúðgonguni á ólavsøku.
Tað sigur hann við VikuskiftisSosialin.
Edmund Joensen hevur verið partur av politiska arbeiðnum síðani 1988. Hann hevur verið løgmaður, løgtingsformaður, løgtingsmaður og eisini fólkatingsmaður. Á fólkatingsvalinum í summar varð hann afturvaldur í Fólkatingið.
– Tað undrar meg eitt sindur, at tá ið vit nú hava tvey umboð fyri Føroyar í danska Fólkatinginum, at hesi ikki eru við í skrúðgonguni á ólavsøku. Sjálvur haldi eg, at teir áttu at verið ein sjálvsagdur partur av ólavsøkuskrúðgonguni frá tinginum í dómkirkjuna, sigur Edmund Joensen við VikuskiftisSosialin.
Beint fyri klokkan 11 í dag fer skrúðgongan av Vaglinum oman í Havnar Kirkju, og eftir gudstænastuna verður gingið niðan aftur á Vaglið. Klokkan 13 verður løgtingið sett, og tá fer løgmaður at halda ólavsøkurøðuna.

Fólkatingsmenn skuldu eisini gingið skrúðgongu

