Uppskotið hjá Páll á Reynatúgvu um at avtaka fólkatingssessirnar tykist hava loypt ekka á Sambandsflokkin. Kaj Leo Holm Johannesen hevur fleiri ferðir seinastu dagarnar skrivað um málið á Facebookvanga sínum, og nú reisir Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, spurningin á tingi.
Páll á Reynatúgvu hevur, vegna seg sjálvan og ikki Tjóðveldi, lagt uppskot fram um at heita á landsstýrið at avtaka føroysku fólkatingssessirnar.
Tá munnligir fyrispurningar verða fyri á tingfundinum í morgin, fer hann at spyrja løgmann, hvussu hann, sum stjórnarleiðari, fer at taka sær av hesi støðuni.
Í fyrsta umfari spyr Bárður á Steig Nielsen um, hvørt løgmaður fer at loyva samgonglimum at atkvøða fyri uppskotinum hjá Pálli á Reynatúgvu.
Síðani spyr hann, um løgmaður fer at fylgja samtyktini, um meiriluti skuldi verið fyri at avtaka fólkatingssessirnar.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at so leingi sum avgerðir, sum ávirka Føroyar, verða tiknar á Fólkatingi, eiga føroyskar røddir at verða hoyrdar har.
- Løgmaður hevur í fleiri umførum gjørt vart við, at um samgongulimir atkvøða fyri andstøðuuppskotum ella einkultmans uppskotum, ið samgongan ikki er samd um, verður viðkomandi koyrdur úr samgonguni ella úr flokkinum, og um landsstýrisfólk í egnum flokki ikki gera eftir boðum, verða tey frákoyrd. Nú hevur Løgtingsformaðurin, sum er úr Tjóðveldi, ímóti øllum hesum sjálvskrivaðu reglum og fyriskipanum, sum øll okkara skipan byggir á, lagt uppskot fyri Føroya Løgting, um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar, skrivar Bárður Nielsen, sum tí fer at seta løgmanni hesar spurningar.