Fólkatingsumboð mugu arbeiða saman

Tað ringasta vit kunnu gera, er at draga ósemjur úr Løgtinginum niður á Danating. Ósemjur loysa vit heima, meðan vit altíð eiga at standa saman mótvegis øðrum. Tað vil Fólkaflokkurin

Øll okkara frambrot í viðuskiftunum millum Føroyar og Danmark eru gjørd tá vit standa saman. Úr rúgvuni kunnu nevnast undirgrundin, bankamálið, yvirtøkulógin og so flagstríðið í Reykjavík. Frá danskari síðu bar einki til, fyrr enn føroyingar stóðu saman og vit áttu fólkatingsumboðan, sum dugdi at samkóka okkara semju við politiskt hondverk í Fólkatinginum.
Okkara fólkatingsumboð mugu arbeiða saman. Eitt fólkafloksumboð á Fólkatingi vil leggja doyðin á, at føroysku umboðini draga eina línu og harvið verða Føroya longdi armur. Vit vilja samstarv við úrslitum.
Tað ringasta vit kunnu gera, er at draga ósemjur úr Løgtinginum niður á danating. Ósemju heima, fyri ikki at tala um tvey ósamd føroysk fólkatingsumboð, flyta ongan prikk fyri okkara fólk. Tað gevur dønum møguleika at hella seg afturá. Tað hava teir gjørt hvørjafer, umframt at tað eisini hevur givið okkum vánaligt umbømi í Danmark. Ósemjur loysa vit heima, meðan vit altíð eiga at standa saman mótvegis øðrum.
Reyður ella bláður blokkur í Danmark førir stórt sæð sama politikk mótvegis Føroyum. Tí er umráðandi at samstarva uttan mun til litin í Fólkatinginum. Tað hava Fólkafloksumboð megnað við góðum úrslitum.
Fólkaflokkurin vil tí verða óheftur av donskum flokkum. Okkara umboð fer at samstarva við hitt føroyska umboðið, tí saman kunnu vit skapa úrslit. Tað hava vit víst í verki.