Fólkatingsval hevði givið aðra stjórn

Í Danmark er undirtøkan hjá stjórnarflokkunum og Danska Fólkaflokkinum nú tann minsta í fimm ár Var fólkatingsval í dag, hevði Danmark fingið eina aðra stjórn. Ein kanning hjá Børsen gevur teimum báðum stjórnarflokkunum og Danska Fólkaflokkinum 84 tinglimir, meðan andstøðan fær 91.

Serfrøðingar halda, at tann seinasta skattabroytingin hjá stjórnini hevur kostað henni atkvøður.

Kanningin hjá Børsen vísir, at Vinstri hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra hevði fingið 21,8 prosent av atkvøðunum, og so lítlan stuðul hevur flokkurin ikki havt tey seinastu 15 árini.