Fólkatingsval verður 12. apríl

- Fólkatingsvalið verður 12. apríl. Lars Løkke Rasmussen verður noyddur at halda valið fyri páskir, tí annars verður tað í mai, og tá eru fólk longu farin at hugsa um feriu, sigur Hans Engell, politiskur eygleiðari í Danmark.

Seinasta fólkatingsvalið var 13. november í 2007, so valskeiðið er farið at halla væl og virðiliga. Danskir miðlar skriva nógv um val í hesum døgum, og í dag meta bæði Hans Engell og Pia Kjærsgaard, at valið verður í vár.

- 12. apríl er ein týsdagur, so valið verður skrivað út presis tríggjar vikur frammanundan, sigur Pia Kjærsgaard.

Veljarakanningar seinastu tíðina hava givið stjórnini dalandi undirtøku. Seinasta kanningin gevur andstøðuni 96 tingsessir, meðan stjórnarflokkarnir saman við stuðulsflokkum einans fáa 79. Afturat hesum koma føroysku og grønlendsku umboðini. Av teimum fýra er bara føroyski Edmund Joensen, sum er partur av stjórnini.