Fólkatingsvalið verður grundlógardagin

Lars Løkke Rasmussen hevur skrivað út fólkatingsval at vera 5. juni

Tað segði hann av Fólkatingsins talarastóli fyri løtu síðani.

– Eg havi í gjár boðað hennara hátign drotningini frá, at val verður skrivað út til Fólkatingið, sigur hann.

– Eg vil fegin brúka allan mín vilja, øll míni evni og allar mína royndir til framyvir at leiða Danmark. Og eg biði danir um afturval á fólkatingsvalinum, sum verður hildið 5. juni, segði forsætisráðharrin.

 Harvið verður tað eitt longri valstríð. Fólkatingsvalið verður hildið mikudagin 5. juni, sum er hálvaaðru viku eftir valið til ES-tingið, sum verður 26. mai.

Harvið verður ikki dupultval í Danmark, sum fleiri eygleiðarar høvdu roknað við.

Forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, gav í morgun avboð vegna sjúku til eitt kjak millum hana og forsætisráðharran, sum skuldi vera í kvøld.

Grundlógardagur verður hildin at minnast, at danska grundlógin varð samtykt 5. juni í 1849.

 

/ritzau/