Fólkatryggingin hjá samgonguni

Hetta er princippið hjá fólkatryggingini, sum landsstýrið hevur ætlanir um at seta í verk

Rigmor Dam


Helena Dam á Neystabø um ætlan samgongunnar: Avgerð er tikin um at skifta frá, at samfelagið fíggjar allar pensjónir, til at tey, sum hava inntøku, fíggja sína egnu pensjón; t.v.s. ein umlegging frá skattafíggjaðari pensjón til egna pensjónsuppsparing. Samfelagið eigur framhaldandi at átaka sær at veita pensjón til tey, sum ongan uppsparingsmøguleika hava haft. Tað merkir, at tann samhaldsfasta fólkapensjónin verður varðveitt, samstundis sum farið verður undir eginfíggjaða pensjón.

Skal samfelagið áleggja fólki eginfígging, má hetta verða ein individuell fígging. Ein samhaldsføst broytir einki frá verandi skipan, tí tað aftur verður ein skattur, sum tann einkulti ikki hevur vissu fyri, at hann fær aftur.

Høgni Hoydal um ætlan samgongunnar: Her er talan um eina fólkapensjón, sum er fyri øll sum hava tørv á tí. Tað vil siga, at hvør borgari er tryggjaður eina grundpensjón, um hann hevur tann tørv. Tí noyðast vit at broyta skipanina, soleiðis at pørtunum verður álagt at spara meira upp, so meira verður eftir til tey, sum ikki hava tann møguleikan. Tað er samhaldsfesti í sínum reinasta formi. Hetta uppskotið snýr seg um at fáa eina varandi og trygga loysn, í einum fullveldi, uttan mun til konjukturarnir.

Her fáa vit eina grundleggjadi trygd, so tey sum hava tørv á tí, kunnu fáa eina pensjón, meðan tey sum hava miðal ella høgar inntøkur skulu spara upp. Tí tað liggur eisini í hesum uppskotinum, at tað verður møguligt í sáttmálasamráðingunum hvørja fer at áseta hvussu stórur partur skal fara til pensjón. - Tjóðveldisflokkurin hevur altíð havt vilja til samhaldsfasta eftirlønargrunnin.

Óli Brekmann um ætlan samgongunnar: Verður henda sett í verk, so kunnu tey smáu heimini - tey stóru gera tað í forvegin - gleða seg til eina fólkapensjón uppá eini 12-13 túsund kr. um mánaðin um nøkur fá ár. Nakað sum ein samhaldsføst skipan einsamøll ongantíð klárar.

Høgni Hoydal um samhaldsfesti í núverandi skipan: Í núverandi skipan eru privatar uppsparingar á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru nøkur sum spara upp og nøkur gera tað ikki, og skulu so, innanfyri verandi fólkapensjónsskipan og fáa útgjald harfrá. Er tað serliga solidariskt, tá tey hava havt møguleika fyri at spara upp?

Jóanes Eidesgaard um æltan samgongunar: Hetta er eitt uppskot sum er borið uppi av egoismuni. Alt tað solidariska er burtur. Nú ger man eina skipan, sum skal stilla tey vælstillaði uppaftur betur í aldurdóminum, og sjálvandi av ringum samvitskubiti ímóti teimum sum einki eiga, so sigur man, bíða nú, nakrir molar fara at detta av borðinum hjá ríkmonnunum, so tit fáa eitt sindur.

Marius Dam um Tjóðveldisflokkin: Eg taki undir við tankunum hjá samgonguni í hesum málið, og eg skilji væl frustratiónina hjá Javnaðarflokkinum mótvegis Tjóðveldisflokkinum. Tí í føroyskum politikki hava altíð verið sosialistiskir og borgarligir flokkar. Sambandsflokkurin hoyrir til á tí borgarliga vonginum, meðan Tjóðveldisflokkurin altíð hevur verið roknaður sum ein sosialistiskur flokkur. Men tað er hann ikki meir. Tí tað solidariska, sum Javnaðarflokkurin hevur havt sum sín kæphest, tað er slept eitt sindur uppá fjall her.

Hans Pauli Strøm um ætlan samgongunar: Við hesi pensjónsskipan fáa vit tvey sløg av pensjonistum. Tey sum fáa klassa A pensjónina, sum hava spart upp við 10-15 prosentum hvør, og so hini sum ikki hava verið før fyri at spart nakað upp sjálvi, kunnu so fáa eina almenna pensjón.