Tá starvsfólkið á mexikansku bilverksmiðjuni, Volkswagen de Mexico, í Puebla, fara í summarfrí tann 30. juli 2003, fer seinasta VW Boblan av samlibandinum, eftir at bilurin hevur verið framleiddur í næstan 60 ár. VW Type 1, Boblan, er ein av heimsins mest seldu bilum. Hóast grundarsteinurin til Fólkavognsverksmiðjuna varð lagdur 26. mai 1938, byrjaði framleiðslan ikki fyrr enn eftir seinna heimsbardaga.
Hugskotið um Fólkavognin kom fyrstu ferð fram í 1920, tá ein greivi legði eitt uppskot fram fyri Ferdinand Porsche um ein bil til leikmannin, ið ikki hevði so nógvar pengar at ráa yvir. Í 1931 kom Porsche við eini ætlan, ið nevndist "projekt 12" ið má metast sum tann fyrsta ætlanin, ið skuldi føra til VW Type 1. Grundarsteinurin til Fólkavognsverksmiðjuna varð lagdur tann 26. mai 1938 við gamla Wolfsburg slottið nærhendis lítla býnum Fallersleben í Týsklandi. Tá heimsbardagin brast á, var verksmiðjan ikki liðug. Tá so framleiðslan endiliga kom í gongd, vóru tað hernaðarbilarnir VW Kübelwagen, ið vóru framleiddir har. Tá kríggið var av, lógu 60 prosent av verksmiðjuni í sori eftir øll loftálopini.
Eftir seinna heimsbardaga byrjaði framleiðslan av VW Bobluni. Bilurin bleiv framleiddur fram til miðskeiðis í 70-unum, tá Boblan bleiv avloyst av VW Golf, og øll framleiðslan bleiv flutt til Mexico, har teir eisini høvdu verið gjørdir síðan 1955. Síðan hava teir verið gjørdir í Mexico. Bilurin hevur verið sera væl umtóktur í Latínamerika og aðrastaðni, har vegirnir ikki altíð eru so góðir. Motorurin er aftan, og bilurin trekkjur við bakhjólunum, hetta ger at hann klárar seg væl í hesum londum.
Ultima Edicion
Í sambandi við at framleiðslan nú steðgar, verða 3000 serligir bilar gjørdir frá 10. til 31. juli 2003. Hendan útgávan kallast "Ultima Edicion". Bilarnir verða einans gjørdir í tveimum litum, bláum og beige, teir eru útgjørdir við kromaðum pyntilistum, kúfangarum, hjólskálum og speglum, hvítum dekksíðum og felgum í sama liti sum bilurin. Fyrsti VW bilur í Føroyum, ein 8 persóna bussur, bleiv seldur til Carl A. Jensen keypmann og bilførara í Kollafirði og fyrsta Boblan bleiv seld til Hjalmar Jacobsen, el-verkstjóra norðuri á Strond í Klaksvík 17. juli 1953. Tað var Farodane í Havn, sum seldi hesar bilarnar.