Jákup Mikkelsen, løgtingslimur
------
Nú renna Eyðgunn Samuelsen og Javnaðarflokkurin undan sínum egnu uppskotum um lønarsteðg í tvey ár.
At hon so leggur formann Fólkaflokksins, Jørgen Niclasen, og Fólkaflokkin undir at skjóta upp lønarsteðg við lóg, er beinleiðis ósatt og rein manipulatión.
Tað Fólkaflokkurin millum annað hevur mælt til er ein avmarkaðan setanarsteðg. Hetta merkir at um 300 fólk fara úr almennum starvi eitt ár, so seta vit 200 aftur í starv og soleiðis minka vit almenna sektorin við 100 fólkum um árið.
Harafturat hava vit tikið undir við Javnaðarflokkinum um at lønarkarmurin verður hin sami, við tí broyting at Fólkaflokkurin mælir til sama lønarkarm hjá teimum alment løntu í 5 ár mótvegis Javnaðarflokkinum sum mælir til 2 ár.
Tá Eyðgunn Samuelsen í reinari frustratión setur seg at skriva, so haldi eg tað hevði sømt seg at hon helt seg til sannleikan, tí Javnaðarflokkurin hevur ikki fingið nakað uppskot frá Fólkflokkinum at fremja lønarsteðg við lóg.
Allir føroyingar eru greiðir yvir at búskaparstøðan er álvarsom og at neyðugt verður at taka tungar avgerðir, men hetta er neyðugt og vit sum hava ábyrgd mugu vísa ábyrgd.
Tilmæli Fólkaflokksins mijðar ímóti at fáa tamarhald á búskapin, minka rakstrarútreiðslurnar og fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2015.
Lat okkum brúka orkuna uppá at finna loysnir samfelagnum at gagni, heldur enn destruktivt skrivarí.