Glaspetti fuku um oyruni á ST-umboðunum, tá ill flóttafólk brutu rútar í ST-bilunum, og trygdarmenn máttu hjálpa Jan Egeland burtur frá teimum illu flóttafólkunum.
Jan Egeland, sum samskipar alla neyðhjálp hjá ST, var komin til Datfur at visaa fólk um, at altjóða samfelagið hevur ikki gloymt tey. Men júst sum hann var í ferð við at greiða frá, rópti ein kvinna, at ein av tulkum hansara hevði verið hermaður hjá tí sera illa lýdda vápnaða Janjaweed-bólkinum, sum hevur beint fyri túsundtals fólki í Darfur tey bæði seinastu árini.
So var alt í einum ruðuleika. Fólk herjaðu á ST-bilarnar, og Jan Egeland visti sær eingi onnur ráð enn at taka til rýmingar. Tá avtornaði, lá ein av tulkum hansara eftirá, og seinni varð ein annar maður myrdur, tá ill flóttafólk herjaðu á eina løgreglustøð hjá afrikanska eindarfelagsskapinum.
Hermenn til Darfur
Amerikanski forsetin, George W. Bush, segði í gjárkvøldið, at hann hevur biðið Kongressina játta 225 milliónir dollarar, sum skulu brúkast til neyðhjálp til Darfur, og í fyrsta umfari hevur USA lovað at senda 40.000 tons av mati og øðrum neyðsynjarvørum hagar.
Men sambært Bush er tað ikki nóg mikið við neyðhjálp. Teir 7.000 hermenninir hjá afrikanska eindarfelagsskapinum hava ikki megnað at tryggja frið í Darfur, og tí vil Bush hava ST at senda eitt friðarvarðveitandi herlið hagar. Ætlandi fer Condolleezza Rice, uttanríkisráðharri, at leggja áheitan forsetans fyri trygdarráðið hjá ST í dag.