Javnaðarflokkurin kunngerð nú næstu yvirlýsingina í átakinum, har floksins politikkur verður útgreinaður og dagførdur. Arbeiðið byrjaði í vár og verður hildið áfram allan vetur, har limafeløgini í tøttum samstarvi við tingmanning og starvsnevnd viðgera ymiskar politiskar høvuðstættir í okkara samfelag.
Hvørja ferð ein táttur er endaliga viðgjørdur, verður niðurstøðan fest í eina politiska yvirlýsing, sum síðani verður almannakunngjørd. Umframt at gera politikkin meira ítøkiligan og viðkomandi fyri veljaranum, so er hetta samstundis eisini eitt politiskt útspæl, har hinir flokkarnir verða kunnaðir um, hvørjar loysnir vit halda eru tær røttu.
Fyri 3 vikum síðani kom tann fyrsta av hesum politisku yvirlýsingunum, sum bar heitið "Miðfyrisitingin skal umskipast og tænastan til borgaran betrast". Hon kann framvegis lesast á heimasíðuni
www.javnadarflokkurin.fo
Hesaferð snýr yvirlýsingin seg um sjálvstýrismálið. Víst verður á, at tað er alneyðugt við eini víðfevnandi tjóðskaparligari semju í sjálvstýris-málinum. Við einum ítøkiligum uppskoti leggur Javnaðarflokkurin eisini upp til, hvussu ein slík tjóðskaparlig semja kann røkkast, og hvat innihaldið í henni kann vera. Eisini umrøður yvirlýsingin floksins støðu til arbeiði í grundlógarnevndini og tørvin á eini grundleggjandi stjórnarlóg, sum skal vera fyri alt fólkið - ikki fyri aðra helvtina av tjóðini, men fyri alla tjóðina.
Allar royndir vísa okkum - eisini hendingarnar seinastu dagarnar - at verulig framtøk í føroyskum sjálvstýri skulu grundast á eina tjóðskaparliga semju, sum vit sjálvi koma fram til her í Føroyum.
Tórshavn 16. okt. 2003