Rokið um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg, sum fekk hann at útskriva val í úrtíð, hevur ikki nortið við, at hann er nógv tann best umtókti politikarin í Føroyum.
Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt saman við Fjølmiðlaráðgevingini fyri Sosialin og Útvarp Føroya.
Heili 36 prosent av teimum 510 veljarunum, sum hava svarað, siga Anfinn Kallsberg vera best egnaðan sum løgmann av teimum seks floksleiðarunum. Hetta er umleið tann sama undirtøkan, sum hann hevur havt áður, um sæð verður burtur frá seinastu kanningini, tá ið heili 48 prosent peikaðu á Anfinn Kallsberg. Síðan tá hava tjóðveldisveljarar í stórum tali vent honum bakið, men stóra undirtøkan í fólkinum er framvegis greið.
? Hetta er ein fantastisk uppbakking. Eg kenni hetta sum eina heilsan frá fólkinum, sum vísir, at tey framvegis hava álit á mær hóast alt tað, sum er hent. Tað er hugaligt at fáa eina slíka álitisváttan. Serliga hugaligt er tað, at so nógvir norðoyingar taka undir við mær, sigur Anfinn Kallsberg, sum kendi seg noyddan at skriva út nýval, tí Tjóðveldisflokkurin ikki longur segði seg hava álit á honum.
Tað hava føroyingar sum heild og serliga fólkafloksveljarar. Heili 84 prosent av fólkafloksveljarum síggja framvegis Anfinn Kallsberg sum besta boð upp á løgmann. Tað talið var 81 prosent í kanning, sum varð gjørd í apríl, men heili 93 prosent í kanningini, sum varð gjørd í oktober.
Serliga noroyðingar sláa manngarð um Anfinn Kallsberg, tí har peikaðu 54 prosent av øllum veljarum á Anfinn sum tann best egnaða løgmann.
Vil vera løgmaður
Hinir floksleiðararnir fáa langt frá so stóra undirtøku. Stóri vinnarin á valinum sambært kanningini, verður Sambandsflokkurin, sum stendur til at fáa góð 29 prosent av atkvøðunum. Men føroyingar duga ikki at síggja forkvinnuna fyri sær sum løgmann.
Bara 14 prosent av føroyingum halda Lisbeth L. Petersen vera best egnaða sum løgmann. Heldur ikki í Sambandsflokkinum er undirtøkan ovurstór. Har siga 40 prosent Lisbeth L. Petersen vera besta boð, men tað er ein lækking í mun til tær seinastu kanningarnar, tá ið tølini vóru ávikavist 52 og 45 prosent. 21 prosent av sambandsveljarum halda, at Anfinn Kallsberg er besti løgmaður.
? Vit hava ikki profilera meg sum løgmann, og tað er óivað orsøkin til, at eg ikki fái fullan stuðul. Men tað er ikki tað týdningarmesta, hvør er løgmansevni, tí tað sleppur veljarin ikki at gera av. Tað hevur mest týdning, at vit fáa atkvøður, og tað fáa vit, sigur Lisbeth L. Petersen.
Altso er tað ógreiða útmeldingin hjá flokkinum, sum er orsøkin til, at sambandsveljarar og føroyingar ivast í Lisbeth L. Petersen. Men hvør er so støðan til løgmanssessin hjá flokkinum?
? Vit ganga ikki so høgt upp í persónar, og tí hava vit ikki tosað so nógv um, at vit skulu hava løgmann í eini komandi samgongu. Men tað gera vit nú. Vit fara eftir løgmanssessinum, og tað skal vera við mær sum løgmanni, sigur Lisbeth L. Petersen avgjørd.
Eitt feilskot
Einans 10 prosent av føroyingum halda, at Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, er eitt gott boð upp á løgmann. Soleiðis hevur verið leingi.
Í Tjóðveldisflokkinum halda umleið 36 prosent, at hann er eitt gott boð. Tað er ein lítil hækking. Tað løgna er kortini, at hóast tjóðveldisveljarar hava vent Anfinni Kallsberg bakið, so fara hesir ikki til Høgna Hoydal. 32 prosent siga seg antin »veit ikki« ella »eingin«, tá ið tey vera spurd. Sostatt eru tjóðveldisveljarar ikki serliga sannførdur um, at teirra floksformaður er eitt gott løgmansboð.
? Vit vilja hava, at valið skal snúgva seg um politikk og ikki persónar. Fyri Tjóðveldisflokkin eru tað ikki persónar, sum eru avgerandi. Tað er eitt feilskot, at gera politikk í Føroyum til ein spurning um persónar, sigur Høgni Hoydal.
Hóast tað var Tjóðveldisflokkurin, sum gjørdi av við Anfinn sum løgmann, so fær hann framvegis stuðul frá 27 prosent av tjóðveldisveljarum. Um stóru undirtøkuna, sum Anfinn Kallsberg fær, sigur Høgni Hoydal:
? Vit hava tikið tey neyðugu stigini, so má veljarin taka støðu út frá tí. Tey politisku málini eru avgerandi.
Ein løgmanseffekt
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, er kanska mest upplagda boðið upp á ein løgmann eftir valið. Men tað halda bara 15 prosent av veljarunum. Hinvegin halda 58 prosent av javnaðarveljarunum nú, at Jóannes Eidesgaard er best egnaði løgmaður.
? Allar kanningar, síðan Anfinn Kallsberg gjørdist løgmaður, hava víst, at sitandi løgmaður fær størstu undirtøkuna. Eg haldi tað vera eitt slag av løgmanseffekt, sum ger seg galdandi. At 58 prosent av javnaðarveljarunum vilja hava meg sum løgmann, er hugaligt. Ein floksformaður skal helst hava, at meiri enn helmingin av hansara veljarum vilja hava hann til løgmann, sigur Jóannes Eidesgaard.
KANNING
Hvør er best egnaður sum løgmaður?
Anfinn Kallsberg 36 %
Lisbeth L. Petersen 14 %
Jóannes Eidesgaard 15 %
Høgni Hoydal 10 %
Kári P. Højgaard 1 %
Jenis av Rana 1 %
Veit ikki 11 %
Eingin 11 %