Kanningin á portalinum avdúkar, at Føroya fólk ikki tekur undir við framferðini hjá Jenisi av Rana, tá ið íslendski forsætisráðharrin og frú vóru á vitjan fyrr í vikuni. Yvir 4800 fólk hava sagt sína hugsan á portalinum, og nú er greitt, at 76 prosent ikki tekur undir við viðferðini, ið Jenis av Rana gav Jóhannu Sigurdardóttir á nógv umrødda døgurðanum í Kirkjubø fyrr í
vikuni.
24 prosent siga seg verða samd við Jenisi av Rana.
Hóast slíkar veljarakanningar helst eru ivasamar, so kann kortini staðfestast, at yvir 4800 fólk hava sagt sína hugsan á portalinum, og bert um 500 fólk verða spurd, tá ið eitt nú veljarakanningar hjá Gallup verða gjørdar.